So gekk ikki longur hjá Maritu Mortensen og liðfeløgunum í HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í kvøld vóru tær fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Marita og liðfelagarnir máttu á útivølli í Bavnehøj Arena í Keypmannahavn lúta fyri liðnum hjá Vár og Lív Zachariassen, Ajax.
Ajax vann dystin 28-25. Í steðginum var Ajax á odda 13-9. Marita skoraði tvey mál fyri HØJ.
HØJ er framvegis greitt oddalið við 25 stigum fyri 14 dystir. Næstfremst er Holstebro við 19 stigum fyri 13 dystir. Ajax er triðfremst við 18 stigum fyri 14 dystir.
Nummar eitt flytur beinleiðis upp í bestu deildina aftaná lokið grundspæl. Nummar tvey og trý spæla uppflytingardystir móti liðum úr bestu deildini.
Holstebro kann við sigri á AGF sunnudagin minka um munin upp til HØJ á fremsta plássinum.