Eftir at børnini høvdu sungið morgunsang, sum tey gera hvønn fríggjamorgun, bar Annsy Høghamar, borgarstjóri, fram røðu, og handaði Tom blómutyssi.
Í røðuni segði hon millum annað, at tað er ikki lætt at fevna um 20 ár við nøkrum fáum orðum. 20 ár eru jú ikki 20 dagar, sum tikið verður til.
Eiðis kommuna vil við hesum ynskja Tom hjartaliga tillukku við starvsdegnum og blíðan byr framyvir.