Tom Jones sekkjaður

Nei, talan er ikki um walisiska sangaran, men um bretan, sum fram til í gjár var venjari hjá armenska fótbóltslandsliðnum. Armenia skal í morgin, leygardagin, spæla undankappingardyst móti Portugal, men hóast tíðin at finna nýggjan venjara ikki er serliga long, valdi leiðslan í fótbóltssambandinum at geva venjaranum sekkin. Umframt dystin leygardagin skal Armenia mikudagin komandi spæla móti Kasakhstan.