Tommy Petersen til Ramallah

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Tommy Petersen, hevur nú sagt seg úr starvið. Orsøkin er, at um ársskiftið skal hann taka við sum seniorráðgevari hjá Danida í Ramallah í Palestina.

Tommy Petersen hevur í góð 4 ár røkt starvið sum stjóri, fyrst á FAS og Skipaskráseting Føroya og síðani eisini á Skipaeftirlitinum, ella Sjóvinnustýrinum, sum samanløgdu stovnarnir nú eita.

Tommy Petersen sigur um Sjóvinnustýrið: Farið er siglingarklárt – kósin er sett. Við einum góðum starvsfólkaliði og øðrum góðum fólkum hava vit fyribils nátt málunum, ið vit settu okkum, nevniliga:

- at økja um flotan í altjóða skipaskrásetingini FAS

- at leggja skipaskrásetingarnar og Skipaeftirlitið saman

- at røkka uppá Hvíta Lista hjá Paris MoU

- at IMO-auditera føroysku umsitingina, ið varðar av sjóvinnu

- at ISO-góðkenna Sjóvinnustýrið

Tí heldur hann, at tíðin nú er búgvin at lata nýggjar kreftir taka yvir

Sum ráðgevari hjá Danida í Ramallah, skal hann veita stjórnini í Palestina ráð og vegleiðing í teirra stremban at skipa lands- og kommunu-umsitingina, sigur hann.