Tónleikabrak við Noam Halby

Forsangarin í Johnny Delux vitjar.

Tann 20. september verður eitt satt tónleikabrak í Suðuroynni. Tá verður konsert og dansur við Noam Halby & Crew frá Johnny Delux, ið telist millum kendastu tónleikabólkar á okkara leiðum.

Noam Halby er kendur sum sangari í Johnny Delux.

Konsertin verður í Borgini – fyrrverandi TB húsinum - á Tvøroyri tann 20. september.

Forsølan til tiltakið er byrjað og fást á Effo á Tvøroyri og á Torginum í Vági.

Fyrireikararnir lova eitt konsertbrak og siga eisini, at talan er um avmarkaða atgongd.