Árini fyri seinna veraldarkríggj vóru ein mentanarliga rík tíð í Føroyum, serstakliga í Havn. Her í høvuðsstaðnum, sum tá valla taldi triðingin av núverandi íbúgvatali, hittust menn sum áarstovubrøðurnir Hans Andrias og Janus Djurhuus, skyldmenninir Jørgen Frantz Jacobsen og William Heinesen, háskúlamenninir báðir Rasmus og Símun, brøðurnir Jóannes og Sverri Patursson, Christian Matras og Heðin Brú, tónaskøldini Petur Alberg, Óla Jákup í Horni og Jógvan Waagstein, listamálarin Mikines, og úti á bygd sótu menta- og listafólk sum Martin Joensen, Hans Marius Eidesgaard, Hans Jákup Højgaard, Maria Skylv Hansen og fleiri við teimum bæði á bygd og í býi.
Jú, her var veruliga talan um eina mentanarliga gulltíð. Men ikki bert vóru øll hesi mentafólk javnan at síggja í Havnartúni, her ráddi eisini ein vilji og eitt fyritakssemi til andaligan framburð, sum eina mest kom til sjóndar við monnum sum Richardi Long og Mads Andriasi Jacobsen. At Havnin tá í eitt 10-ára skeið hevði slíkan mentamann til borgarstjóra sum M. A. Jacobsen kom sjálvandi at seta sær síni varandi spor. Eitt virðiligt minnið reisti býurin hesum sínum farna syni, tá ið M. A. Jacobsens bókmentaheiðursløn varð stovnað og latin á fyrsta sinni í 1958, smá 15 ár eftir deyðadag Mads Jacobsens.
Gleðiligt
og stimbrandi
Í lítlum samfelag sum okkara spinnur ongin gull av at skriva og geva út bøkur. Tað var tí eitt sera gleðiligt tiltak hjá Tórshavnar býráð at veita henda møguleika til viðurkenningar av bókmentaligum avrikum. Og sanniliga er tað ein fagur skari av mentafólki, sum tey farnu brátt fjøruti árini hevur kunnað fegnast um hesa heiðursløn fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og barnabøkur.
Nú reglugerðin er broytt til eisini at umfata annað mentanarligt virksemi enn bókmentir, kennist tað gleðiligt og stimbrandi, at hesin heiður í ár fellur tónleikinum í lut. Hetta er eisini væl í tráð við hugsjónir hjá M. A. Jacobsen, sum ikki legði minst til fyri at veita eisini tónleiki gróðrarlíkindi í býnum. Sum býráðsformaður var tað fyrst og fremst hann, sum veitti fíggjarligt støði, tá ið menn í 1942 tóku stig til at stovna táverandi Tórshavnar Musikkskúla. Vit eldru minnast við gleði regluligu konsertirnar úti á bókasavninum, har Mads Jacobsen hevði verið bókavørður, og har hann hevði veitt orkestrinum innivist.
Eftirfylgjandi býráð sýndu framhaldandi hesum tónleikavirksemi vælvild, og serliga ríkandi og minniligar gjørdust hesar kamarkonsertir, eftir at flutt var heim í nýggju kommunuskúlahøllina, og tað í 60-árunum gjørdust ráð til at heinta dugnaligar leiðarar uttanífrá.
Støðan hjá tónleiki
og mentan í Føroyum
Mangt er broytt í okkara samfelag síðan hesi ár, og ikki minst á tónleikaøkinum er talan um eina sanna kollvelting. Men um enn slík heiðurslønarløta sum henda fyrst og fremst má hava brá av takklæti og gleði, má slík løta eisini vera høvi til objektiva meting av viðurskiftum og til at seta fram spurning sum: hvussu er veruliga støðan hjá tónleiki í Føroyum í dag? Ikki eru her umstøður at fara so víða, og hjá mær er tað natúrligt at koma mest inn á tað eina evnið tónleikauppaling, sjálvt um hesi viðurskifti meira enn so hava verið frammi fyrr.
Føroyski musikkskúlin, hesin vónríki mentanarfuglur, sum fyri 10 árum síðan rættiliga var við at spenna flog, bleiv brádliga so sárliga vongskerdur, at hann allastaðni uttan júst her í Havn lítið meira enn lavar yvir lendið. Her í høvuðsstaðnum gevur tað størra fólkatalið tó møguleika til samanhang í musikkskúlavirkseminum, um enn tað eisini her er langt á mál. Sum vit sóu í bløðunum herfyri, eru so nógvir næmingar á bíðilista hjá Tórshavnar Musikkskúla, at tørvur er á tvífalt so nógvari undirvísing, sum skúlin fær bjóðað. Men av landsjáttanini til musikkskúlan kann Havnin ikki fáa stórt meira enn 200 vikutímar. Á fundi herfyri úti í Tinganesi greiddi leiðarin av musikkskúlanum á Akureyri, sum hevur sama fólkatal sum Havnin, frá, at teirra musikkskúli hevði 550 tímar - út ímóti tríggjar ferðir tað, sum Havnin fær havt. Og hetta er júst lutfallið, um tú gert aðrar samanberingar í musikkskúlamálum við næstu grannar okkara, sum jú eisini kenna til trongar tíðir.
Hetta verði á ongan hátt sagt til tess at kasta teimum nakað fyri, sum nú ráða fyri borgum. Loyvi mær enntá at nevna, at ongin politikari hevur gjørt meira til tess at fáa okkara musikkskúlaskipan í lag enn núverandi landsstýrismaður í skúlamálum. Men fíggjartølini í farnum landsstýrisskeiðum løgd í eina legu, er tað ivaleyst ikki lætt at vinna ljóð fyri at fáa førkað tey uppeftir aftur.
Musikkskúlin er tó ikki einsamallur í sínari trongstøðu - mentanin sum heild hevur trong kor í Føroyum. Hetta sást eisini á hagtølum, sum vóru frammi í fjølmiðlunum fyri nakað rúmari tíð síðan. Av almennum peningi játtaður til mentunarlig endamál í ymsu norðurlondunum fær hvør føroyingur bert brotpart av tí í sín part, sum aðrir norðbúgvar fáa.
Tvørrar
peningalig undirtøka
Fyrst í sjeytiárunum tók formaðurin í Rithøvundafelag Føroya, Jens Pauli Heinesen stig til álit í mentamálum, sum var ætlað landsins myndugleikum til vegleiðingar. Hvussu nógv, ið er rinið við av tí, sum var vart mælt til á ymsum mentanarøkjum, er ilt at meta. Men í fjør kom út digur bóklingi um mentanarmál, sum landsstýrið sjálvt hevði tikið stig til. Um enn mangt áhugavert er har at lesa um, má tó ásannast, at verða ikki fíggjartøl løgd upp undir hesar tankar og hesi hugskot, er her ikki talan um annað enn litfagurt eygnafang, sum lítla og onga ávirkan kann fáa á mentunarligt virksemi; tí tað eru ikki hugflog og áræði, sum tvørra, men peningalig undirtøka.
»Ja, men sum tíðirnar eru, mugu vit jú øll vera við til at spara!« - Eyðsæð at so er; men hevur ikki mentunarligi stirðilin størri týdning fyri okkara fólk enn tær lutfalsliga fáu krónurnar, sum her verða spardar?
Tónleikur meira enn marglæti og ítrívandi undirhald
Venda vit nú aftur til tónleikin, so er har ikki talan bara um marglæti og ítrívandi undirhald, so sum mangur man halda, men um grundleggjandi virði fyri sál og sinni hjá tí einstaka og fyri tjóðina sum heild.
Latið okkum hyggja at onkrum, sum hevur verið sagt av góðum fólki um tónleik upp gjøgnum tíðirnar:
Platon, grikskur heimspekingur í 4. øld f.Kr.: »Tónleikur gevur alheiminum sál, hann gevur sinninum veingir, fantasiinum flog, álvarseminum sjarmu, gevur øllum kæti og lív«.
Kirkjufaðirin Augustinus, um 400 e.Kr.. »Tónleikur fremur felagsskap, hann er tænari trúarinnar«.
Martin Luther, kirkjureformator eftir 1500: »Tónleikur er gleðiboðskapur náttúrunnar«.
William Shakespeare, enskur dramatikari um hundrað ár seinni 1600: »Ofta hevur gandamegi tónanna gjørt ilt til gott«.
Victor Hugo, franskur rithøvundur um 1800: »Tónleikur ber tað fram, sum hvørki kann sigast ella tigast burtur«.
Søren Kierkegaard, danskur heimspekingur í seinastu øld: »Har sum seinastu sólstrálurnar ikki røkka, har finna tónarnir tó fram«.
B. Auerbach, týskur rithøvundur um somu tíð: »Tónleikur er einasta heimsmálið, sum ikki tørvar týðing - tað talar frá sál til sál«.
Viðvíkjandi týdninginum av tónleikafrálæru so kunnu skúlagranskarar taka undir við grundleggjaranum av nútíðar skúlaskapi Pestalozzi, sum um 1800 hevði funnið fram til, sum hann segði, at: »Tónleikur er praktiskur, gevur betri úrslit í skriving, rokning og morali«. Áhugavert kann her vera at skoyta uppí, at nýggjar kanningar í sveits vísa, at fleiri tímar í skúlunum til tónleik geva betri úrslit í máli, sjálvt um teir verða tiknir frá teirri lærugrein.
Mentanarmenndi leikluturin
At umsita hesar gudanna gávur til menniskjuni, sum teir fornu grikkar tóku til, og at vera við til at lata upp fyri hesum møguleikum til lívsvirði hjá fólki okkara er ikki hissini uppgáva; men musikkskúlin er ikki einsamallur um hana. Líka stórt, ja, helst størri høvi til beinleiðis ávirkan hava útvarp og sjónvarp.
Ungarska tónaskaldið Zoltan Kodaly, sum ikki bert var faðir at tónleikauppalingini í sínum heimlandi, men hvørs hugsjónir eru vorðnar grundleggjandi um allan heim, legði stóran dent á tann týdning, tað hevði fyri tjóðskarligu mentanina, at eisini fjølmiðlarnir høvdu sær sín uppalandi leiklut fyri eyga. Og um hesi viðurskifti tekur rithøvundurin Arthur Koestler soleiðis til: »Orsøkin til, at okkara mentan er í vanda fyri at drukna í einum meldri av akustiskum og visuellum vavstri, er tann, at rotasjónspressan, útvarp og sjónvarp, ger fjøldina til óvirknar móttakarar av hesari í gásareygum »list« og ldur hennara smakkvísi á lægsta støði«.
Munnu hetta ikki vera orð hjá eisini okkara fjølmiðlum tónleikaliga at tikið sær til umhugsunar?
Tónleikaligi áhugin ongantíð verið størri
Men latið okkum nú venda aftur til tað meira positiva. Ongantíð hava tey ungu her hjá okkum eins og um allan heim verið so tónleikaliga áhugað og virkin sum í okkara tíð. Burtursæð frá teim mongu, sum í dag ganga í musikskúla, finna ungdómar saman mestsum í øðrum hvørjum kjallara til samanspæl í tónleikabólkum, í vinarligari samveru og í vertskapi verður sungið sum ongantíð fyrr, og hetta tónleikaliga ovræsni gevur sær endurljóð víða hvar.
Kanningar í Svøríki hava eisini víst, at tá ið tað um áhuga og frítíðarvirksemi hjá teim ungu ræður, so kemur tónleikurin fyrst, og síðan kemur ítrótturin. Hjá teim flestu man tó ikki vera talan um eitt »antin ella«, men um »bæði og«. Umráðandi er hjá okkum at veita báðum ítrivum bestu sømdir og í mentamálum ikki at skilja høvur frá kroppi, so sum lyndi kann vera vil. Longu øldir fyri okkara tíðarrokning høvdu teir gomlu grikkar í musisku uppalingini heildarmyndina í huga av tónlist, myndalist, leiklist og leikfimi.
Við fyrimynd í syðri europeiskum londum verða í dag í Noregi, í Svøríki og so við og við eisini í Danmark ikki musikkskúlar burturav settir á stovn, men mentunarskúlar, har oyru og eygu, hugi og hond, sál og likam sleppa upp í part.
Eitt framtíðarhugskot og tilmæli
William Heinesen, sum meira enn nakar gjørdi sín føðistað kendan um alla verð, lýsti hendan heimsins minsta høvuðsstað sum eitt samfelag, har ríkt og spennandi var at liva. Mær tykir, at Havnin ongantíð hevur verið so »deilig« sum nú. Ikki minst hugsi eg tá um viðarlundina við Listaskálanum, Gundadal við sínum ítróttamøguleikum og yðjandi ungdómslívi og um Sortudíki við útvarpshúsi og okkara frálíku mentunarháborg Norðurlandahúsinum. Nú mangt bendir á, at ljósari fíggjarligar tíðir eru í vænti, skal tað vera mítt tilmæli á hesari fagnarstund, at ætlanir verða lagdar um eitt mentunaruppalandi ungdómssetur, sum hegnisliga kann fellast inn íhetta býarins og landsins mentunarliga og ítróttaliga miðdepilsøki, og har allar listagreinir skulu kunna fáa innivist.