Tónleikasamskiparin hjá KvF fegnast um FMA

Eyðfinn Jensen sær fram til nógvar drúgvar og spennandi arbeiðstímar fram til 15. mars

Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari hjá Kringvarpi Føroya situr í fyrireikandi nevndini fyri FMA - Faroese Music Awards - saman við Barbaru Holm frá Miðlahúsinum, og Síf Gunnarsdóttir, stjóra í Norðurlandahúsinum.

 

Komandi mánadag kemur tónleikavinnan í Føroyum at manna nevndina við tveimum umboðum, sum saman við Eyðfinni Jensen, Barbaru Holm og Síf Gunnarsdóttir koma at reika fyri FMA.

 

Eyðfinn Jensen, sum sæst á myndini saman við Kim Hansen gleðir seg til nógvar strævnar, men gevandi og spennandi arbeiðstímar fram til FMA, sum verður á skránni 15. mars.

 

Hann sigur, at tey hava hugt eftir líknandi tiltøkum í okkara grannalondum, har tey deila virðislønirnar upp í ymiskar tónleikasjangrur, men hann kann ikki siga í verandi stund hvørjar sjangrurnar verða á FMA.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Eyðfinn Jensen.

 

Sí myndir frá kunnandi fundinum um FMA, sum var í Miðlahúsinum HER