Tónleikatiltakið Við Brúnna verður aftur í 2015.

Tónleikatiltakið Við Brúnna verður leygardagin 11. Juli 2015.

Tónleikatiltakið Við Brúnna verður leygardagin 11. Juli 2015.

 

Aftaná eitt væleydnað tónleikatiltak seinasta summar, boða fyriskipararnir frá, at Við Brúnna

verður aftur á skránni komandi summar. Eins og seinasta summar fara fleiri enn 15 føroyskir bólkar

og einstaklingar at framføra frá kl. 15 seinnapartin til kl. 3 um náttina. Livandi tónleikur verður

bæði á útipalli, í tjaldi og matsøla, dansur, barnaundirhald verður eisini á tiltakinum.

 

Málið er aftur

komandi summar at skapa eina góða uppliving, og eitt umhvørvi fyri bæði ung sum eldri, har

føroyskur tónleikur og hugni er í fokus. Arbeitt verður støðugt við at menna tiltakið og bjóða enn

fleiri tilboð til gestirnar komandi summar, siga stigtakararnir.