Ein av fremstu og virknastu tónleikarunum í Føroyum, Eyðun Nolsøe, hevur enn einaferð verið í upptøkuhølunum.
Hann letur í dag nýtt lag frá sær, ið kallast Av Øllum Verður Lovað.
Sjálvur sigur Eyðun um lagið:
-Ein sangur um markleysan kærleika, sum illa letur seg tálma. Um lokkandi elskhug og freistingar.
Steintór Rasmussen skrivaði orðini til lag hjá Eyðun Nolsøe.
Tónleikarar á lagnum eru:
Eyðun Nolsøe: sponsk guitar, guitarlele, sang, kór
Kim Hansen: klaver
Hans Poulsen: bass, strúkarar, miks, master
Lagið hoyrist her:
Av Øllum Verður Lovað - Single by Eyðun Nolsøe | Spotify










