Í Klaksvík ásanna tey, at byrjanin upp á kappingina hevur verið so heilt hampuliga góð, og nú botnliðið, VB/Sumba, kemur á vitjan, rokna tey flestu helst við, at talan skal verða um tryggan heimasigur.
Spælarar og venjarar ásanna tó greitt, at talan er um eina uppgávu, sum á ongan hátt skal undirmetast. Ikki minst, tí VB ofta hevur argað, tá hesin heimadysturin hevur verið á skránni.
Hjá KÍ eru mest sum allir mans tøkir. Høgni Madsen fekk reytt kort í Fuglafirði, og hann verður tí ikki á liðnum, og roknað verður við, at Símun Joensen - sum tá gjørdist matchvinnari - kemur í hansara stað. Hartil verður Ovi Nysted helst eisini á liðnum, eftir at hann sat uttan fyri við lítlum skaða í Fuglafirði.
Annars hevur Heðin á Lakjuni framvegis nakað av stríði av knæskaðanum, sum hevur argað í vetur, meðan Kristoffur Jacobsen fekk onkran snudd í unglingadysti mikukvøldið, men roknað verður tó við, at teir eru báðir tøkir.
Størsta ivamálið er í so máta Tony Paris. Venjarin, sum hevur fingið alla Klaksvík at trúgva upp á KÍ aftur, hevur verið sjúkur í vikuni, men vónin er tó, at hann stendur við síðulinjuna, um enn rópini kanska verða nakað spakmæltari, enn tey annars eru.
B36-dysturin gav vón
Hjá VB/Sumba eru allir mans tøkir, og einki er at ivast í, at liðið nú vil hava sær okkurt stigið á kontina.
Higartil hevur spælið í alt ov lítlan mun livað upp til tað, sum roknast kann við í Formula-deildini, men sum skilst, so gav seinni hálvleikur móti B36 eina trúgv uppá, at broytta og unga liðið spakuliga er um at koma á røttu kósina.
So er spurningurin bara, hvørt hendan verður tann rætta, nú trupul útidystur stendur á skránni.