Fult umfar er á skránni í 1. deild í fótbólti í vikuskiftinum. Allir dystirnir verða spældir í dag uttan tann á Tvøroyri, har NSÍ fer at vitja í morgin.
Suverena oddaliðið B68 spælir í Leirvík longu kl. 13.30 í dag. FSV04 og ÍF stríðast um seinna uppflytingarplássið. Á pappírinum tykjast tey bæði at eiga lættar uppgávur á heimavølli í dag ? ÍF ímóti SÍ og FSV04 móti botnliðnum B36.
Tríggir dystir, sum áttu at havt verið spældir, eru framvegis ikki avgreiddir. Sambært FSF er ætlanin, at teir skulu spælast í næstu viku.
Skráin í 19. umfari
ÍF-SÍ: Jón Kári í Brekkuni kl. 15
LÍF-B68: Bárður Mortensen ? kl. 13.30
HB-KÍ: Vinjard Dam ? kl. 15
FSV04-B36: Eugen Voda kl. 15
TB-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15 sunnudagin
Støðan
B68 52
FSV04 39
ÍF 37
LÍF 28
NSÍ 22
TB 21
HB 17
SÍ 15
KÍ 11
B36 8
Tríggir dystir frá undanfarnu umførum eru ikki spældir: SÍ-HB, B36-TB og KÍ-LÍF.