Topp 4 í landskappingini best frá byrjan

VÍF, Kyndil, VB og VÍF hava lagt best frá landi í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum

Tríggir dystir vóru í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í dag.

 

Í bólki 1 tók VÍF ímóti H71 í Vestmanna. Oddaliðið í hvonndeildini, VÍF vann ein tryggan 27-18 sigur. Í steðginum var VÍF á odda 16-10. Toppskjútti hjá VÍF var Liljan Djurhuus við átta málum. Toppskjútti hjá H71 var Maria H. Weyhe við seks málum. 

 

Í bólki 2 tók VB ímóti StÍF suðuri í Vági. VB vann ein sera tryggan 33-21 sigur. Í steðginum vóru vágskvinnur á odda 17-9. Agnes Fallesen var toppskjútti hjá VB við heili 11 málum. Toppskjútti hjá StÍF var Birna Mikkelsen við fimm málum.

 

Í bólki 2 var eisini dystur í stórhøllini á Hálsi í Havn millum Kyndil og Stjørnuna. Eisini her gjørdist talan um greiðan heimasigur. Kyndil 31-21 sigur. Longu í steðginum var Kyndil á odda 18-9. Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist Súna K. Hansen við heili 12 málum. Judith Dam Hansen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við seks málum.

 

Bólkur 1 – kvinnur

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin1449352
2VÍF1271892
3H7111827-90
4VÍF 21944-350

Mikudagin 17.01.18 kl. 18.30 Neistin – VÍF 2 44-9
Sunnudagin 21.01.18 kl. 14.30 VÍF – H71 27-18

Bólkur 2 – kvinnur

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VB13321122
2Kyndil13121102
3Stjørnan12131-100
4StÍF12133-120

Sunnudagin 21.01.18 kl. 14.30 Kyndil – Stjørnan 31-21
Sunnudagin 21.01.18 kl. 15.00 VB – StÍF 33-21