HONDBÓLTUR: Fimm dystir í bestu deildunum í landskappingini í hondbólti verða spældir í morgin. Tveir í Vestmanna, tveir í Runavík og ein í Vestmanna.
Serliga munnu dystirnir í Vestmanna síggja áhugaverdir út, tí hetta eru dystir millum lið, ið mugu roknast sum teirra millum, ið fara at kappast um meistaraheitini í vetur.
Í 1. deild hjá kvinnum er Neistin á odda við trimum stigum, og VÍF er nummar tvey við tveimum stigum - tað sama, sum eisini Kyndil og VB hava.
Neistin vann í fyrsta dystinum á Kyndli, men mátti so nakað óvæntað taka til takkar við javnleiki í Klaksvík móti Stjørnuni fyri viku síðani.
Vestmannakvinnur hava bara spælt tann eina dystin, men hann vunnu tær afturfyri á Tjaldri við ikki færri enn tólv málum.
Í Klaksvík tekur Stjørnan móti Kyndli, og torføri setningurin hjá heimaliðnum verður at prógva, at tað ikki bara var av tilvild, at javnleikurin móti Neistanum varð fingin til høldar.
Kyndil, sum bara hevur tvey stig eftir tveir dystir, skal í sínum lagi syrgja fyri at fáa gongd á, og í útgangsstøðinum er eitt upplagt høvi at royna tað móti liðnum hjá Stjørnuni, sum var um reppið at taka seg úr kappingini í vetur.
Tjaldurskvinnurnar hava ikki fingið nakra ynskibyrjan við tapi móti bæði VÍF og VB, og nú tær møta StÍF, ið heldur einki stig hevur fingið, men tapt stórt móti Kyndli, er spurningurin, um hesin dysturin gevur eina mynd av botninum í fyrsta umfari.
VÍF mist tvey stig
Menninir hjá VÍF hildu seg hava fingið tvey stig, tá Tjaldur ikki fekk mannað lið til tann fyrsta dystin í Vestmanna, men nú hevur hondbóltssambandið gjørt av, at dysturin ikki er spældur á skrivaraborðinum, men skal avgreiðast í Vestmanna tann 4. desember.
Tað merkir, at VÍF enn ikki er meira enn nummar trý við teimum báðum stigunum, liðið vann sær móti H71 mikukvøldið. Tey bæði stigini, ið komu til høldar uttan dyst í fyrsta umfarinum, eru sostatt mist - fyribils?
Kortini velja vit at kalla dystin í morgin í Vestmanna millum VÍF og Neistan toppdyst, tí lítið man vera at ivast í, at vestmenningar fara at liggja framvið eftir triðja meistaraheitinum á rað.
Neistin, sum troðkaði seg upp á trúnuna í 2000, er oddalið undan dystinum, og hevur fingið fulla úrtøku móti bæði Kyndli og KÍF. Nú skal oddasessurin verjast, og tí kann tað gerast spennandi í Vestmanna.
Hin mansdysturin verður í Runavík millum Tjaldur og StÍF, og har mugu strandingar metast sum greiðir favorittar, hóast teir frammanundan hava tapt móti Kyndli og vunnið á KÍF.
Tjaldur hevur framvegis smalasta hópin í bestu mansdeildini, meðan breiddin hjá StÍF er, sum hon plagar at vera. Steypavinnararnir síðstu tvey árini skulu gera nógvar stórar »svipsarar«, hava teir ikki tvey stig við sær yvir um fjørðin eftir dystin.