Hósdagurin 10. septembur skuldi verða ein dagur við háspenningini í føroyskur kappingini. Í Klaksvík skuldi KÍ taka móti HB, samstundis sum NSÍ við Løkin í Runavík skuldi spæla móti B36. Fýra tey fremstu í tveimum innanhýsis uppgerðum.
Nú er líkt til, at hetta verður fríggjakvøldið 11. septembur, tí øll fýra feløgini hava spælarar, ið skulu spæla við U21 landsliðnum týsdagin 8. septembur. U21 landsliðið bleiv úttikið í gjár og skal spæla móti Írseal og Norðurmakedonia. Fyrri dysturin verður mikudagin 2. septembur, meðan seinni dysturin ikki verður fyrr enn týsdagin 8. septembur.
Tað er bara tveir dagar undan avgerandi dystinum í landskappingini. Hartil eru KÍ, B36 og NSÍ framvegis í Evropa. Millum annað skal KÍ spæla minst ein dyst afturat tí í Sveis í annaðkvøld. B36 hevur rímiligan møguleika at spæla seg víðari móti Levadia Tallinn, meðan NSÍ er á torførari uppgávu í Skotlandi.
B36 hevur ikki færri enn seks spælarar á U21 landsliðnum. Teir eru Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Ragnar Samuelsen, Stefan Radosavljevic og Hannes Agnarsson. NSÍ hevur tríggjar. Teir eru Mórits Heini Mortensen, Petur Knudsen og Steffan Løkin. Hjá KÍ er talan um liðskiparan, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen og Ólav Niclasen. Fyri HB er talan um Samuel Chukwudi, Mads B. Mikkelsen og Pætur Petersen.
- Tá vit løgdu skránna væntaðu vit, at U21-landsliðið helst fór at spæla dagin fyri A-landsliðið, ella kanska sama dag. Nú spæla teir tveir dagar aftaná seinna dystin. Vit hyggja nú saman við feløgunum eftir einum møguleika flyta dystin, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
##med2##
Ein avbjóðing í samband við flytingina av dystinum er, at tað eru dystir longu aftur mánadagin 14. septembur, leygardagin 19. septembur, mikudagin 23. septembur og so sunnudagin 27. septembur. Tí verður torført at flyta dystin meir enn ein dag, til fríggjadagin 11. septembur, og síðani flyta dystirnar hjá fýra teimum fremstu til týsdagin í vikuni eftir.