Toppdystur á Eysturskúlanum

Flogbóltur, menn: Mjølnir og Fram bresta saman á Eysturskúlanum sunnudagin klokkan 15.30. Vinnur Mjølnir, er kappingin í meistaradeildini hjá monnunum so at siga avgjørd. Vinnur Fram verður spenningurin varðveittur

Tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer á Eysturskúlanum sunnudagin.

Tá bresta oddaliðini í flogbólti hjá monnum saman í dysti um fyrstaplássi.

Tað er Mjølnir sum liggur á odda í landskappingini hjá monnum, meðan Fram liggur á øðrum plássi.

Men munurin er so lítil. Hann er bert eittans stig, og tí verður hesin dysturin óiva tann avgerandi um hvørt tað verður Mjølnir, sum vinnur meistaraheitið í ár, ella tað verður Fram sum varðveitir meistaraheitið.

Tað er ongin ivi um, at tað eru tvey tey bestu liðini í Føroyum í løtuni, sum bresta saman sunnudagin.

Fram hevur eitt ungt og sterkt lið. Tað eru stórir menn sum spæla á liðnum, og tað hevur sera stóran týdning í flogbólti.

Hinvegin hava teir víst, at teir kunnu fara niður við nakkanum meðan dysturin gongur, og tað fer ikki at loysa seg ímóti Mjølni.

Álopsspælið hjá Fram er merkt av, at teir brúka Sigmund av Teigum sera nógv í álopinum, meðan hinir álopsspælararnir ikki verða tiknir so nógv við.

Ikki tí, Sigmund er sera góður álopsspælari, men tað vísir seg ofta, at hann orkar ikki at halda trýstinum uppi. Hann gerst troyttur, tá hann alla tíðina verður brúktur sum álopsspælari, bæði frammi við netið og aftanfyri álopslinjuna.

Fara Fram-arnir at duga betri at breiða spælið út, so verður torførari hjá Mjølni at byrgja upp fyri.

Hinvegin er Mjølnir-liðið sera væl koyrandi í løtuni.

Samansetingin á liðnum er góð. Har er ein góður blandingur av eldri royndum leikarum, og so eru nakrir sera evnagóðir ungir leikarar komnir aftuat seinastu árini.

Ein onnur styrki hjá Mjølni er, at teir eru munandi meira støðugir enn Fram er.

Mjølnir fer ógvuliga sjáldan niður við nakkanum undir einum dysti, men tað hendir. Seinastu ferð ímóti Fleyr í finaluni í NS-cup kappingini.

Klæmint Isaksen, venjari hjá Mjølni, vil ikki út við taktikkinum til sunnudagin.

? Men eg kann siga so mikið, at vit fara at pressa teir í servuni og í álopinum.

Hvør er so styrkin hjá tykkum í mun til Fram?

? Teir eru stórir og sterkir, men eg haldi, at okkara styrki í mun til Fram er, at vit eru meira fleksiblir í spælinum enn teir eru.

Men Klæmint Isaksen roknar ikki við, einum løttum dysti sunnudagin.

Hann roknar við at fleiri áskoðarar koma við úr Klaksvík, og vónandi fara fleiri havnafólk fara at hyggja inn í auluna í Eysturskúlan sunnudagin

Klæmint Isaksen vil heldur onki siga um meistaraheitið enn.

? Eg haldi tað er frálíkt at kappingin er so spennandi. Tað eru tvey lið sum kappast um meistaraheitið, men tað eru trý lið sum kunnu avgera hvør verður meistari.

Tað triðja liðið er Fleyr. Teir skulu nevniliga leika ímóti báðum oddaliðunum áðrenn kappingin endar.

? So sjálvt um vit vinna, sigur Klæmint Isaksen, so er ikki alt avgjørt, men tá liggja vit ógvuliga væl fyri. Tapa vit harafturímóti, so mugu vit vóna, at Fleyr klárar at vinna á Fram í dystinum teirra millum.

Tí verður tað sera spennandi at síggja, hvat av liðunum kemur best frá dystinum sunnudagin.

Hevur Fram gjørt nakað við breiddina í spælinum, ella koyra teir sama veg sum fyrr.

Ella hevur Mjølnir fingið nervar til dystin sunnudagin.

Tað er tí at vóna, at nógvir áskoðarar finna sær leið yvir í Eysturskúlan sunnudagin. Tí hetta verður dagur í viku.

Tað er ikki oftari enn so, at ein so spennandi dystur stendur áskoðarunum í boði.