Toppdystur í Eysturskúlanum

Í morgin verður ein sera avgerandi dystur leiktur í meistaradeildini hjá monnum. Á Eysturskúlanum hittast havnafeløgini bæði Fram og Fleyr, og dysturin er avgerandi fyri hvat av liðunum skal taka dystin um meistaraheitið upp við Mjølnir

Leikumfarið í flogbóltinum hjá monnunum hetta vikuskiftið, er sera avgerandi. Bæði fyri Fram og Fleyr.

Liðini møtast nevniliga í innanhýsis dysti á Eysturskúlanum í dag klokkan 15.00.

Støðan í meistaradeildini er tann, at Mjølnir er nummar eitt við 12 stigum fyri 12 dystir, Fram er nummar tvey við 9 stigum fyri 11 dystir og Fleyr nummar trý við 8 stigum eisini fyri 11 dystir.

Vinnur Fram eru teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir, og kunnu so taka kappingina upp um meistaraheitið, men tapa teir dystin so er møguleikin hjá teimum at gerast meistarar sera lítil.

Hjá Fleyr er støðan tann sama. Teir skulu vinna dystin fyri at gera sær nakrar vónir um at fáa hendur á meistaraheitinum.


Fleyr vann

seinasta dystin

Seinast liðini hittust vartil Mjølnir-kappingina i Klaksvík, og tá var Fleyr tað stinnara liðið.

Men tað er stórur munur á eini vikuskiftiskapping og einum landskappingardysti.

Tó kann av sonnum sigast, at stígur er komin í spælið hjá Fram.

Í fyrru helvt av kappingini vístu teir satt meistaraspæl, men striltið hevur gingist at fáa skil á spælið síðani farið varð undir endaspælið.

Hinvegin hevur Fleyr fingið meira skil á sítt spæl. Teir skaðarnir sum gjørdu seg galdandi í síðstu dystunum áðrenn jólasteðgin tykjast verða ruddaðir av vegnum, og í Klaksvík sást, at »gomlu« menninir í Fleyr eru við at koma í snúðningar.

So tað er lagt upp til spennandi dyst á Eysturskúlanum í dag


Mjølnir og ÍF b

Mjølnir fær hetta vikuskifti vitjan av ÍF b, og eftir stigatalvuni at døma, so verður hetta ein lættur dystur.

Men tað er tó ikki vist, at tað verður so lætt hóast alt.

ÍF b er samansett av gomlum royndum leikarum, sum ikki lata sær lynda at verða avskrivaðir áðrenn dysturin er spældur.

Í dystinum móti Fleyr seinasta vikuskifti vísti ÍFb, at teir saktans kunnu gera um seg.

Tí hóast teir ikki tóku sett frá Fleyr, so var um reppið at teir koppaðu Fleyr í triðja settinum.

Vinnur Mjølnir dystin um vikuskifti, so eru teir sera væl fyri í landskappingini, við bert trimum dystum eftir at leika.

Dysturin millum Mjølnir og ÍFb verður í Klaksvík sunnudagin kl. 13.00


Fram ímóti ÍFa

Fram sleppur ikki við einum dysti hetta vikuskifti, tí sunnudagin skulu teir longu í eldin aftur. Tá fáa teir vitjan av ÍFa.

Fyri Fram er tað sera týdningarmikið, at teir vinna báðar dystirnar hetta vikuskifti um teir skulu gera sær nakrar vónir um at hótta Mjølnir í kappingini um meistaraheitið.

Dysturin millum Fram og ÍF a verður í Eysturskúlanum sunnudagin kl. 15.00


ÍF-kvinnurnar

tveir dystir

Hjá kvinnunum verða tveir dystir og ÍF -kvinnurnar verða við í teimum báðum.

ÍF hevur rættuliga fingið gongd á spælið hjá sær í endaumfarinum, og tær liggja í løtuni á einum triðja plássi.

Leygardagin skal ÍF spæla ímóti Drátti á Giljanesi kl. 15.00.

Hetta verður ikki nakar lættur dystur, tí við spælinum Dráttur vísti seinasta vikuskifti móti Fleyr, so verða tær ikki lættar at syfta.

Munurin á liðunum er ikki so stórur, so hesin dysturin kann saktans fella báðar vegir. Tað kann verða dagsformurin sum avgerð tað.

Sunnudagin skal ÍF til Tvøroyrar at leika ímóti TB.

Hesin dystur verður kl. 13.00.

TB hevur til tíðir spælt sera væl í ár, og tí er vantandi, at tað verður torført hjá ÍF at fáa stig við aftur av Tvøroyri.

Tað skal tó sigast um ÍF-kvinnurnar, at tær eins og menninir altíð berjast sum úlvar á skóg í verjuni, so TB-kvinnurnar skulu ikki kenna seg ov vísar í at tær vinna dystin.

Samanumtikið má tí sigast, at hetta verður enn eitt spennandi vikuskifti í flogbóltslandskappingini.