Toppdystur í Vestmanna í kvøld

(Hondbóltur) VÍF tekur í kvøld ímóti KÍF í Vestmanna í Atlantic Airways deildini

Tað er satt oddabrak í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld. Í Vestmanna tekur VÍF móti KÍF. Liðini eru ávíkavist nummar tvey og eitt Atlantic Airways deildini.

 

VÍF og KÍF hava spælt ein dyst í landskappingini í ár. Tann dystin vann KÍF 30-27 í høllini í Kollafirði.

 

In.fo fylgir gongdini í dystinum millum oddaliðini í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20.00.

 

Atlantic Airways deildin:

VÍF – KÍF (20.00)

 

Støðan:

 

1.     KÍF 10 (Stig)

2.     VÍF 10

3.     H71 8

4.     Neistin 8

5.     Kyndil 6

6.     StÍF 4

7.     Team Klaksvík 2

(Øll liðini hava spælt sjey dystir uttan Neistin, sum hevur spælt seks dystir)