Toppdysturin verður leygarkvøldið

Næstu tíggju dagarnir vera avgerandi fyri, hvussu tað í summar verður við spenninginum í FM kappingini

Næstu tíggju dagarnir vera avgerandi fyri, hvussu stór kappingin fer at vera millum Víking og KÍ

Sjey umfør eru avgreidd í 2022 kappingini, og KÍ hevur framvegis fulla úrtøku.

 

-KÍ er nógv besta liðið í Føroyum, og teir flestu av okkara monnum hava ikki spælt ímóti sovornum mótstøðuliði. Tá ið okkara menn fingu fatur á bóltinum, so vóru tað beinanvegin tríggir ella fýra spælarar kring teir, og hetta er nakað, sum vit mugu venja okkum við. KÍ myndaði nógvar møguleikar, og hóast onkur av málunum vóru bílig, so kundi KÍ havt skorað fleiri mál, um Ragnar Lindholm ikki hevði verið so góður í málinum, sigur B68 venjarin Øssur Hansen.

 

Í dag var tað greitt, at í fyrstu syftu verður tað luturin hjá Víkingi at bjóða KÍ av í kappingini um oddasessin. Víkingur vann sannførandi 4-2 á heimavølli ímóti HB, sum harvið – í fyrstu atløgu í hvussu so er – er varpað úr oddastríðnum.

 

Umframt ímóti KÍ í Klaksvík leygarkvøldið skal Víkingur týskvøldið í aðru viku spæla útsetta dystin á heimavølli ímóti AB. Hvussu úrtøkan hjá Víkingi verður hesar báðar ferðirnar verður avgerandi fyri, hvussu tað verður við spenninginum í toppinum.

 

-Vit gleða okkum at fáa vitjan av Víkingi. Víkingarnir vístu í dag ímóti HB, at teir eru heilt væl fyri, og tað er altíð hugaligt og spennandi at spæla lykladystir í toppinum. Vit vóru væl fyrireikaðir til dystin í dag, og spælið gekk væl. Nú fara vit at fyrireika okkum til dystin leygarkvøldið, sum verður á heimavølli. Um vit fara at hugsa ov nógv um stigatalvuna, so missa vit fokus á tí, sum tað snýr seg um, og tað eru tað, sum gongur fyri seg á vøllinum, sigur KÍ hjálparvenjarin Agnar Prestá.

 

 

 

 

 

Víkingur – HB 4-2 (1-0)

 

1-0: Olaf Bárðarson 10.

 

2-0: Olaf Bárðarson 52.

 

2-1: Jákup L. Thomsen 57.

 

3-1: Sølvi Vatnhamar 72.

 

4-1: Sølvi Vatnhamar 74.

 

4-2: Øssur M. Dalbúð 92.

 

 

 

 

 

B68 – KÍ 0-5 (0-3)

 

0-1: Jóannes Bjartalíð br 22.

 

0-2: Árni Frederiksberg 29.

 

0-3: Páll A. Klettskarð 34.

 

0-4: Páll A. Klettskarð 60.

 

0-5: Jóannes Bjartalíð 75.

 

 

 

Skála – B36 1-1 (0-0)

 

0-1: Brian Jakobsen 54. 

 

1-1: Dávid Johansen 82. 

 

 

 

EB/Streymur – AB 1-0 (0-0)

 

1-0: Gutti Dahl-Olsen 83.

 

 

 

07 Vestur – NSÍ 3-2 (1-0)

 

1-0: Mads Borchers 45.

 

2-0: Mads Borchers 52.

 

3-0: Mads Borchers 54.

 

3-1: Hans Marius Davidsen 70.

 

3-2: Klæmint A. Olsen 88.

 

 

 

770024121
HB7421171114
Víkingur650119815
B36731312710
EB/Streymur7313111410
07 Vestur72239148
NSÍ720510216
B6871246175
AB61149174
Skála70348153

 

 

 

8. umfar

 

Leygardagin 30. apríl

 

KÍ – Víkingur kl. 18.30

 

EB/Streymur – B68

 

AB – B36

 

Sunnudagin 1. mai

 

NSÍ – Skála

 

HB – 07 Vestur

 

Næstu tíggju dagarnir vera avgerandi fyri, hvussu stór kappingin fer at vera millum Víking og KÍ