Toppinum bíðar stórar avbjóðingar

Tríggir dystir í fremstu fótbóltsdeildini eru á skránni í kvøld

Í annaðkvøld fer heimliga fótbóltskappingin í summarfrí. Síðsti dysturin í 17. umfari verður við Stórá í Trongisvági jóansøkuaftan, tá ið TB fær vitjan av EB/Streymi.

Fyrsti dysturin var í gjárkvøldið, tá ið ÍF hevði vitjan av FC Suðuroy, og úrslitið var 3-3.

Í kvøld verður aftur dystur í fremstu deildini í Gøtu, tá ið Víkingur fær vitjan av HB, KÍ fær vitjan av NSÍ, og á Argjum verður grannauppgerð, tá ið AB fær vitjan av B36.

 

Átjanda umfar verður 27., 28. og 29. juli. Hvør dagsskráin verður tá valdast um, hvussu tað fer at laga seg í kvøld og í morgin.

Úrslitini í uppgerðunum í 17. umfari kunnu hava við sær, at tað verður stór kapping bæði í botninum og í toppinum, men úrslitini hesaferð kunnu eisini hava við sær, at tað verður stórur munur frá teimum undir strikuni og upp til 8. plássið, og at tað verður stórur munur frá fimta plássinum og fram til tey, sum kappast um heiðursmerkini.

 

17. umfar

Í gjárkvøldið

ÍF-FC Suðuroy 3-3

Í kvøld

AB-B36: Kári J. á Høvdanum klokkan 19.00

Víkingur-HB: Alex Troleis klokkan 19.00

KÍ-NSÍ: Petur Reinert klokkan 18.30