Toppsendimaður hjá Kina vitjar í Russlandi

- Vit útiloka ikki, at Wang Yi og Vladimir Putin kunnu hittast í Moskva, sigur Putin-talsmaðurin, Dmitrij Peskov.

Toppsendimaðurin hjá Kina, sum Wang Yi verður róptur, vitjaði í Ungarn í dag, og síðan helt hann leiðina fram til Russlands.

 

Sambært Kreml, kann talan gerast um, at kinesiski sendimaðurin eisini fær høvi at hitta Vladimir Putin, forseta.

 

- Vit útiloka ikki, at teir báðir kunnu hittast, sigur talsmaðurin hjá Putin-forseta, Dmitrij Peskov, ið lýsir Kina sum ein náttúrligan sameindan hjá Russlandi.

 

Vitjanin hjá Wang Yi í Moskva er júst sama dag, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, ófráboðað hevur vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Leygardagin hitti amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, kinesiska sendimannin, Wang Yi, á trygdarráðstevnuni í München.

 

Eftir at hava hitt kinesiska sendimannin, segði Antony Blinken, at hann hevði ávarað Kina um at hjálpa Russlandi við krígsførsluni í Ukraina.

 

Leiðslan í Beijing hevur funnist at revsitiltøkunum móti Russlandi, og Kina hevur hildið uppá, at USA og Nato eiga sín lut í russisku innrásini í Ukraina.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.