SMS-deildin: Kyndil - H71 klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá dystinum)
Tað er javnt millum tey fremstu trý í SMS-deildini áðrenn Kyndil og H71 spæla klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi.
Bæði Kyndil og H71 eru í góðum hýri eftir at liðini vunnu greiðar sigrar á ávikavist Neistanum og VÍF fyrr í vikuni.
Sí eisini:
Turið og Kyndil knústu Neistan
Hetta er annar dystur av trimum millum Kyndil og H71 í grundspælinum. Tann fyrsta vann Kyndil í einum óvanliga málfátækum dysti, har Kyndil eitt nú var á odda 3-0 tá ið 17 minuttir vóru leiktir.
Í miðvikuni vóru bæði liðini kortini í málhýri, og tað verður eisini ein dystur ímillum tær báðar, ið hava skotið flest mál í SMS-deildini higartil.
Ímóti Neistanum hóskvøldið var merkisvert at vanligi vinstri vongurin, Turið Arge Samuelsen, spældi bakkur so at siga allan dystin. Hon takkaði tá fyri við 12 málum og legði seg á odda á toppskjúttalistanum við 59 málum.
Oddasessin tók kyndilskvinnan frá Maritu Mortensen, sum hevði lagt seg fyribils á odda kvøldið fyri við átta málum ímóti VÍF. Vinstri bakkurin hjá H71 hevur skotið 56 mál til samans hetta kappingarárið.
Um leikararnir eru varugir við kappingina á toppskjúttalistanum ella ikki, so snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna liði sínum tvey stig í dystinum sum verður leiktur í dag klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi
Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:
H71 – Kyndil 14-18 | |
SMS-deildin: 27/10/2019 | |
Málskjúttar H71 | |
Durita Toftum Joensen | 4 |
Maria Halsdóttir Weyhe | 3 |
Marita Mortensen | 3 |
Sofie Søberg Larsen | 3 |
Eva Barba Arge | 1 |
Málskjúttar Kyndils | |
Súna Krossteig Hansen | 6 |
Bára Krossteig Hansen | 3 |
Turið Arge Samuelsen | 3 |
Ásleyg Súnadóttir | 2 |
Beinta Lindberg Hansen | 2 |
Beinta Bárðardóttir | 1 |
Halla Skylv Midjord | 1 |
Støðan í SMS-deildini áðrenn dystin (hsf.fo):
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 9 | 249 | 198 | 51 | 14 |
2 | Kyndil | 8 | 214 | 146 | 68 | 12 |
3 | H71 | 8 | 212 | 185 | 27 | 12 |
4 | Neistin | 9 | 217 | 198 | 19 | 10 |
5 | Stjørnan | 9 | 225 | 240 | -15 | 8 |
6 | StÍF | 9 | 193 | 270 | -77 | 4 |
7 | VB | 8 | 169 | 242 | -73 | 0 |
Síggj toppskjúttalistan í Ítrottarsosialinum mánadagin