Skála boðar nú frá, at sáttmáli er undirskrivaður, sum ber við sær, at Ronni Møller-Iversen eisini í 2020 fer at spæla við Skála. Har var hann í fjør ein av lyklaspælarunum og toppskjútti við átta málum.
Ronni Møller-Iversen er dani, men nú býr hann í Klaksvík. Hann spældi við KÍ í 2018 og í fjør við Skála. Sambært faroesoccer.com var hann við í 26 av teimum 27 dystunum í landskappingini.