Toppskjúttin hjá B68 er ivasamur

Fótbóltur: HB hevur ein trupulleika í høgru síðu, har bæði Allan Mørkøre og Jóhannis Joensen eru burtur

Tað hevur gingið stak væl hjá B68 í seinastuni. Teir hava vunnið tríggjar teir seinastu landskappingardystirnar, og liðskiparin Fróði Benjaminsen var fyri fyrstu ferð við í landsliðshópinum hjá Allani Simonsen, tá Føroyar spældu móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina.

Tað hevði stóran týdning fyri B68, at teir mongu nýggju spælararnir ? ikki minst teir úr Brasilia ? fullu til. Tað sá einki serligt út í byrjanini, men nú tykist, sum um útlendingarnir hava funnið seg til rættis á graslíkisvøllunum runt um í landinum.

Soleiðis hevur áleyparin Marcelo Marcolino skotið fimm mál í tveimum teimum seinastu dystunum, hann hevur spælt.

Men hann var ikki við seinast, tá B68 vann 2-0 á B71, og hann er ivasamur aftur til dystin móti føroyameistarunum HB í Gundadali í morgin.

Brasilski áleyparin hevur eina fipurspreinging í búkinum ? tað ljóðar kanska eitt sindur løgið ? sum hann framvegis stríðist við.

Øssur Jacobsen fekk reyða kortið í dystinum móti B71 og verður ikki við. Allir hinir eru tøkir, og so er spurningurin, hvussu venjarin Bjørn Krogh velur at stilla upp. Seinast, B68 spældi móti HB, var í venjingardysti, áðrenn kappingin byrjaði, og tá vann havnarliðið 7-0.

So stórur verður munurin neyvan hesaferð. Hans Fróði Hansen er ein av fimm spælarum, sum hevur leikbann hesaferð, tí hann fekk reytt í Fuglafirði.

Harumframt er Jóhannis Joensen rættiliga ivasamur, tí hann hevur ligið við influensu meginpartin av vikuni. Seinasta hálvtannað árið hevur høgra síða hjá HB verið mannað við Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre, men hvørgin av teimum er við hesaferð, so tað verður áhugavert at vita, hvat venjarin Ion Geolgau finnur upp á hesaferð.