Toppskjúttarnir í Manchester lokaluppgerðini

Síggj hvørjir toppskjúttarnir eru í Manchester United-Manchester City uppgerðunum í Premier League

Ein av teimum størstu lokaluppgerðunum í enskum fótbólti verður bríkslað í gongd á Old Trafford leikvøllinum í Manchester klokkan 14.05 seinnapartin, tá Manchester United tekur ímóti Manchester City í einum dysti, sum eisini er ein toppuppgerð í Premier League.

 

Nógvir minniligir dystir hava verið millum feløgini gjøgnum árini. Her er ein toppskoraralisti yvir teir spælararnar, sum hava skorað flest mál í Manchester lokaluppgerðum í søguni hjá Premier League. Norska TV2 hevur gjørt yvirlitið :

 

Wayne Rooney (Manchester United) - 8 mál
Sergio Agüero (Manchester City) - 7 mál
Eric Cantona (Manchester United) - 7 mál
Paul Scholes (Manchester United) - 5 mál
Edin Dzeko (Manchester City) - 4 mál
Niall Quinn (Manchester City) - 4 mál
Andrei Kanchelskis (Manchester United) - 4 mál
Ruud van Nistelrooy (Manchester United) - 4 mál
Shaun Goater (Manchester City) - 3 mál
Yaya Touré (Manchester City) - 3 mål