Víkingur er í løtuni í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Fyrst komu sáttmálarnir til Geza David Turi og Olaf Bárðarson, sum báðir hava ambitiónir um at spæla uttanlands.
Tað hevur Sølvi Vatnhamar nokk ikki, men hann telst millum týdningarmiklastu spælararnar í hópinum. Nú hevur 37 ára gamli leirvíkingurin, sum bleiv toppskjútti í føroyskum fótbólti í ár, longt sáttmála við tveimum árum.
- Av ekspertum verður hann mettur sum besti spælari í Føroyum seinastu nógvu árini. Hann hevur vunnið nógvar titlar, bæði sum einstaklingur, men eisini sum Víkingur. Týdningurin av einum spælara sum Sølva er trupul at seta orð á. Ein leiðari, sum gongur á odda og sum vísir veg fyri okkara ungu spælarum, og so er hann eisini sera trúfastur. Sølvi hevur einans umboða LÍF og Víking, hóast nógv tilboð aðrastaðni frá. Ein stór fyrimynd fyri okkara ungu spælarar, skrivar Víkignur og leggur afturat:
- Tað sigst at Sølvi eldist sum vín, so hóast hann er 37 ára gamal, so ivast vit ikki í, at hann hevur nógv afturat at geva okkara felagið.
Víkingur bleiv nummar tvey í landskappingini og skal spæla í Evropa komandi ár. Eisini venjarin, Jóhan Petur Poulsen, hevur longt sáttmálan, meðan Martin Klein Joensen fer at royna seg í íslendskum fótbólti.