Hvat útbúgving viðvíkur eru krøvini til fótbóltsvenjararnar stór. Allir venjararnir í fremstu og næstfremstu deildini skulu hava prógv sum A venjarar. Ein ventilur er kortini hjá teimum, sum ikki hava prógvið. Tað ber til hjá venjarum, sum ikki hava prógvið, at hava ábyrgd av liðum í fremstu deildini. Tá er treytin, at teir eru í holtur við útbúgvingina.
Fríggjadagin verður á fjórða sinni farið undir A venjaraútbúgvingina, sum er góðkend av europeisku fótbóltssamgonguni –UEFA. Fyrstu venjararnir tóku prógv í 2006, næsta ættarliðið tók prógv í 2009, og í summar var triðja liðið liðugt við útbúgvingina.
Treytin fyri at taka lut í hægstu venjaraútbúgvingini er, at luttakararnir hava staðið sokallaðu B útbúgvingina.
Í vavi er útbúgvingin 120 tímar. Komandi vikuskifti verður skúlagongd fríggjadagin frá kokkan 17 til 21, leygardagin verður skúlagongd klokkan 9 til 18 og sunnudagin klokkan 9 til 16. Tað er Petur Simonsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum, sum fyri FSF hevur høvuðsábyrgdina av útbúgvingini. Í skrivi til luttakararnar sigur hann, at á skránni hesar fyrstu dagarnar er m.a. intro um útbúgvingina, nakað um fysiska venjing, um leiðslu og um at seta sær mál.Leygarmorgunin verður praktisk venjing.
Um tað hesa ferð verður lagt soleiðis til rætti, sum tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, so kann roknast við, at venjararnir fara til próvtøku á vári í 2014.
Tað ber til hjá venjarum at útbúgva seg meiri enn A útbúgvinga. So er neyðugt at søkja uttanlands. Einasti føroyski venjarin, sum hevur lokið sovorna útbúgving, er Víkinga venjarin og fyrrverandi landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, sum hevur proff licens útbúgving, sum tað verður nevnt. Tann útbugvingin ber rætt við sær at standa á odda fyri liðum, sum eitt nú spæla í fremstu donsku og norsku kappingini.
Luttakararnir
Millum teir umleið fimtan venjararnar, sum fríggjadagin fara á skúlabonk, eru tveir venjarar, sum hava ábyrgd av liðum í Effodeildini. Teir eru TB venjarin Hans Fróði Hansen og ÍF venjarin Albert Ellefsen. Ein annar av størstu profilunum í føroyskum fótbólti seinastu fjórðingsøldina, er eisini i holtur við at fáa pappír uppá, at hann er skikkaður at standa á odda fyri liði í bestu deildini. Tað er Øssur Hansen, sum í ár hevur ábyrgdina av besta B68 liðnum, ið eftir niðurflytingina í fjør skal stríðast fyri at endurvinna plássið í bestu deildini.
Fleiri venjarar, sum eru hjálparvenjarar í bestu deildini ella hava ábyrgd av liðum í næstbestu deildini, eru eisini á listanum. Teir eru Alexandre da Silva Braga, 07 Vestur, Dan Brimsvík, B36, Eliesar J. Olsen, Skála, Jóhan Petur Poulsen, B68, Jón Johannesen, FC Suðuroy, Símun Eliasen, HB, og Tummas Erling Djurhuus, EB/Streymur.
Millum teir, sum undirvísa, eru Eli Hentze, Bjørn Krog, Petur Simonsen, Jens Tang Olsen, Bill Jacobsen, Pauli Poulsen og Jóannes Jakobsen.