Tora ikki at halda jól

Tey kristnu í Irak gera ikki so nógv burtur úr jólunum hesaferð. Orsøkin er, at í seinastuni hava fleiri kristin verið fyri ágangi, og tí hava teir kristnu leiðararnir biðið fólk avmarka jólahaldið í ár.

Fyri knappliga tveimum mánaðum síðani lupu vápnaðir menn á eina kristna kirkju og tóku kirkjufólkið gíslar. Trygdarløgreglan royndi at fría gíslarnar, og í skotbardaganum lótu meiri enn 50 fólk lív.

-Eg fari ikki at halda jól í ár, tí eg havi mist mannin. Hvat skal eg gleðast um? Vit plagdu at halda jól, men nú hann ikki er hjá mær longur, havi eg onga orsøk til at halda jól. Eg fari at biðja fyri honum, og eg fari at biðja um frið í landi okkara, sigur Hafia Bashir við AP. Hon misti mannin í skotbardaganum í kirkjuni.

Fleiri kristnir irakar hava valt at flýggja til tann kurdiska landspartin har norðuri í landinum, og onnur eru flýdd til grannalandið Jordan.