Tað hava verið øgiliga grovir ælingar, og fleiri ferðir seint seinnapartin og fyrr í kvøld gekk toran heilt illa.
Í kvøld skrivar Nes kommuna, at havnarlagið á Toftum orsakað av toruslátri liggur í streymloysi.
Nes kommuna skrivar soleiðis:
Havnalagið liggur í stóran mun í streymloysi í kvøld. Orsøkin er, at kl. 16.30 seinnapartin sló toran niður í eina elmastur við bygningin hjá Bakkafrost. Skaðin er rættiliga umfatandi og hevur ta avleiðing, at stórur partur av havnalagnum liggur í myrkri. Vitin á grótverjuni er eisin óvirkin. Arbeitt hevur verið við at fáa rættað brekið í kvøld. Arbeiðið heldur fram í morgin. Í løtuni ber ikki til at siga, nær ljósini og vitin verða virkin aftur, skrivari Nes kommuna í kvøld.