Tordu ikki at vinna

1. deild: Vágamenn tóku ikki av, tá teir høvdu møguleikan, og so endaði alt við tryggum sigri til runavíkingarnar

NSÍ-FS Vágar 3-1 (1-1)


Einki er at siga til, um vágamenn iðraðu seg eftir dystin i Runavík sunnudagin. Hóast teir fyrsta partin av dystin høvdu allar møguleikar at gera av við heimaliðið, men tá tað kom til stykkist, stóðu teir eftir við ongum.


Útiliðið var nevnliga tað av liðunum, sum byrjaði so nógv betri sunnudagin. Fitt av vindi var eftir vøllinum, og fyrra hálvleik vóru tað gestirnir úr Vágoynni, sum høvdu fyrimunin av hesum.

Beint sum dysturin byrjaði royndu teir at trýsta bóltin móti NSÍ málinum, og tað var eisini um reppið, at hetta kastaði mál av sær alt fyri eitt.

Teir noyddust tó at bíða til einir 12 minuttir vóru farnir við at leggja seg á odda. Hannus Olsen stóð merkiliga fríur stutt uttan fyri brotsteigin, og við einum fløtum skoti sendi hann bóltin heilt úti við høgra stólpa til 1-0.

Bæði áðrenn og aftan á hetta var eisini um reppið at útiliðið skoraði, men hepni var ikki við teimum. Fyrst slapp John Johansen leysur av miðjuni, men seinasta dragingin gjørdist ov long, og bólturin fór út av baklinjuni. Seinni hevði Birgir Joensen eitt dundurskot, sum tók undirsíðuna av tvørtrænum, áðrenn bólturin støkk á linjuna og út aftur í spæl. Onkur vildi kanska verið við, at bólturin var inni ta ferðina, men hvørki dómari ella linjuverji lótu við seg koma.


Sleptu takinum

NSÍ hevði so at siga als ikki verið við í spælinum fyrsta hálva tíman, men so við og við fótaðu teir sær í nógva mótvindinum. Tað hjálpti tó eisini væl til hjá heimaliðnum, at gestirnir tóktust vera nøgdir við 1-0 leiðsluna, og tískil løgdu seg longur aftur á vøllin.

Hetta gav nevnliga rúmd til Ian og Abraham á miðvøllinum, soleiðis at bóltevni teirra komu til sjóndar. Fyrstu løtuna høvdu vágamenn annars verið sera kontantir á miðjuni, og hetta hóvaði so avgjørt ikki teimum báðum mitt á hjá NSÍ.

Hóast runavíkingar soleiðis fingu loyvi at ota seg niðan á vøllin, so sá leingi út til, at gestirnir høvdu fult tamarhald á støðuni. Onkuntíð íkomu hálvgum spentar støður, tá bólturin varð spældur inn í brotsteigin hjá FS Vágum, men so at siga hvørja ferð var eitt vágabein fyrst á, soleiðis at vandi ikki stóðst av hesum.

Tað kom tí sum vátur vøttur, tá runavíkingar móti endanum av hálvleikinum fingu javnað. Remigius Mikocionis royndi at lofta einum hornasparki ístaðin fyri at boksa burtur, og úr 11 metra fjarstøðu kundi Christian Høgni Jacobsen banka bóltin í netið.


Bara NSÍ

At talan var um eitt týdningarmikið mál reint sálarliga er einki at ivast í, og liðini vóru eisini sum hamskift, tá seinni hálvleikur byrjaði.

Vágamenninir tóktust fullkomuliga at hava mist mótið, og seinastu trý korterini átti NSÍ fult og heilt. Tað gingu ikki tíggju minuttir, so hevði Christian Høgni aftur gjørt um seg. Vágamenn snorksvóvu, tá eitt fríspark á miðjum vølli varð tikið skundisliga. Eddie varð sendir avstað í vinstru, og tá Remi ikki megnaði at halda skotinum, var álopsmaðurin skjótur á.

Eftir hetta hevði NSÍ hópin av møguleikum, og í onkrum føri var ilt at skilja, hvussu teir bóru seg at við at misnýta. Tá klokkan var farin um teir 90 minuttirnar, eydnaðist tað teimum tó loksins at sláa sigurin fastan, og enn einaferð var Christian Høgni Jacobsen upp á spæl.

Hesu ferð varð hann sendir avstað í høgru, og tá hann skamt innan fyri brotsteigarmarkið royndi at koma fram við verjuleikara, varð hann tikin heldur harðliga. Sjúrður Jacobsen var ísakaldur, tá hann royndi seg frá brotssparksblettinum, og nærum sletti bóltin dygst úti við vinstra stólpa.


Uppiborið

Sum dysturin leið, var einki at ivast í, at runavíkingar áttu sigurin uppibornan, og verður roknað í misnýttum møguleikum kundi talan lættliga verið um stórsigur.

Áðrenn tað kom so langt, áttu gestirnir tó langt síðani at hava avgjørt dystin, men soleiðis er lagnan ofta, tá talan er um botnlið. Hesum væntar nevnliga ofta tað sálarligu styrkina, sum krevst, fyri at halda eina leiðslu. Tað at tora at spæla, uttan at vera bangin um, at hinir bert skulu hava eitt mál fyri at javna.

Hjá einum oddaliðið er tað øvugta ofta galdandi, soleiðis at tey heldur hugsa um at skora enn einaferð, so dysturin verður avgjørdur, men oddalið er FS Vágar so langt ífrá.


NSÍ-FS Vágar 3-1 (1-1)

0-1: Hannus Olsen 9.

1-1: Christian Høgni Jacobsen 44.

2-1: Christian Høgni Jacobsen 53.

3-1: Sjúrður Jacobsen 90. (br.)


Dómari: Lassin Isaksen


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Abraham Løkin (fyrr Hansen), Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen


FS Vágar:

Remigius Mikocionis - Poul Kjartan Thomsen, Zilvanius Zudis, Albert Ari Thomassen - Tór-Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Sonni Johansen, Rimvydas Bakus - Birgir Joensen, John Johansent ganga seinna partin av hesi vikuni, tá heimsins sterkasti skal finnast.