Í steypafinaluni í fjør megnaði HB eftir longda leiktíð og brotssparkkapping at vinna eina ógvuliga spennandi steypafinalu móti KÍ, og júst som liðini eru í finaluni aftur í ár. Men hesaferð eru útlitini hjá havnarliðnum at vinna steypafinaluna ikki eins góð.
- Samanborið við KÍ kvinnurnar hevur okkara lið verið fyri sera nógvum broytingum frá seinastu steypafinalu, sigur Eyðfríð Kristiansen við Sosialin. Hon vísir á, at meðan KÍ kvinnurnar hava so at siga sama lið sum í fjør við nógvum royndum leikarum, hevur HB liðið mist fleiri lyklaleikarar, og miðalaldurin er sera lágur.
- Tískil verður tað sera torført at vinna dystin, men sjálvsagt trúgva vit uppá tað, sigur Eyðfríð Kristiansen.
Verjuspæl
Fyrr í ár tapti HB heili 9-1 í landskappingardysti móti mótstøðuliðnum úr Klaksvík, men í seinna landskappingardystinum teirra millum vann KÍ "bert" 2-0 í Klaksvík.
- Vit fóru avstað við einum illa mannaðum liði, og taktikkurin var í fyrsta umfari at verja. Hetta eydnaðist væl, og vit megnaðu at halda teimum niðri á 2-0, sum var endaliga úrslitið, sigur Eyðfríð Kristiansen. Hon vísir á, at hetta væntandi verður taktiska uppleggi til dystin, og so verður møguliga bíða eftir mótálopum.
Men tað verður ein torfør uppgáva hjá ungu HB kvinnunum móti royndu og væl samanspældu FM vinnarunum úr Klaksvík, og í HB ásanna Eyðfríð Kristiansen og liðfelagarnir, at tær fara á vøllin sum "underdogs" á ovara vølli ólavsøkudag kl. 13.30. Men í eini steypafinalu kann alt henda?