Torkil tríggjar ferðir á rað

Ongin megnar at taka Torkil Veyhe, ið hevur verið fremstur allar tríggjar dagarnar í Volvo Kring Føroyar.

Triði dagur var í súkklukappingini Volvo Kring Føroyar í dag, men eins og hinir dagarnar, so varð vinnarin tann sami. Torkil Veyhe prógvaði enn einaferð, at hann í løtuni er Føroya besti súkklari.


Hesaferð var teinurin tó munandi styttri enn hinir. Súkklað var á Sandoynni, og var teinurin einans 17,4 kilometur langur. Kappingin varð skipa sum einkulstartur í dag.


Heimasíðan JN.fo skrivar, at Torkil tó fekk nakað av mótstøðu í dag. Vinnaratíðin hjá honum var 24 minuttir, meðan nummar tvey, Dávur Magnussen, súkklaði teinin uppá 24 minuttir og 45 sekund. Nummar trý gjørdist Jóanis Albert Nielsen, við tíðini 25 minuttir og 11 sekund, ið var einans 71 sekund aftanfyri vinnaratíðina.


Hjá unglingum, motionistum og kvinnum var tað eins og hjá monnum, sami vinnari triðja dagin á rað. Hjá unglingum varð tað Sæmundur Guðmundsson, ið endaði á fyrsta plássi, hjá motionistum Sverri Mohr Edvindsson og hjá kvinnu unglingum Kristin Sveinsdóttir.