Seinastu tíðina hevur Liverpool-venjarin, Rafael Benitez tosað um, at skaðin hjá spanska framherjanum, Fernando Torres helst hevur kostað Liverpool enska meistaraheitið.
Hesum er Torres, sum vónar at verða klárur til dystin ímóti Real Madrid týskvøldið, ikki samdur við. - Eg trúgvi ikki, at skaðin hjá mær kann brúkast sum undanførsla, at vit ikki vinna meistaraheitið í ár. Víst hava vit havt nøkur vánalig úrslit, men samlað hava vit gjørt tað gott. Tað er enn nógv lív í oddinum í Premier League, men Manchester United eru ótrúliga stabilir, og teir missa ikki nøkur stig. Skaðin hjá mær er partur av einum størri rokniskapi, men er ikki einasta orsøkin til, at vit hava mist oddasessin. Hetta hevur Torres sagt við enska blaðið, The Guardian.
Um framtíðina í Liverpool sigur Fernando Torres: - Eg havi ein fýra ára sáttmála við Liverpool. So eg verði verðandi her. Skuldi tað hent, at Rafael Benitez fer aðrar leiðir, so verið eg sjálvandi her, og haldi meg til sáttmálan. Men hvat hendir viðv. Rafa er ikki nakað, sum eg óttist fyri. Tað eru so ivamál í hesum spælinum, sum eg ikki kann brúka til nakað, staðfestir Fernando Torres.