Torrey er ættaður úr Trongisvági, sonur Hansinu og Andreas Lindberg. Torrey vaks upp í stórum systkinaflokki, tí Hansina og Andreas fingu 11 børn, 9 dreingir og 2 gentur.
Eftir lokna skúlagongd fór Torrey at arbeiða hjá einum kolafelag, sum helt til á Drelnesi. Í 1946 fór hann til Danmarkar á handilsskúla, og í 1947 giftist hann Korinthu, f. Iskasen úr Klaksvík. Tey búsettust í Klaksvík, og Torrey fekk starv á skrivstovuni hjá Kjølbro. Fyrst í 60-unum fekk Kjølbro sær heilsølu, og Torrey fór so at arbeiða har. Seinni gjørdist hann leiðari á heilsøluni. Torrey var eisini eitt skifti lærari á handilsskúlanum, sum var kvøldskúli, og hann hevði onkrar roknskapir um hendi.
Korintha og Torrey fingu sonin Kára, sum er giftur við Mariu, f. Olsen í Gøtu.
Í 1977 stovnaði Torrey, saman við soninum, egna heilsølu, Norðoya Fruktsølu. Har arbeiddi Torrey, til hann gavst fyri aldur.
Tey ið ynskja at heilsa uppá Torrey, eru vælkomin á Sambýlið á Heygnum, millum kl. 17 og 20.
.