Tórun sagt upp í MTV

? Eg kundi ikki longur standa inn fyri tí, sum mær varð álagt at gera, tí tað skuldi fram um alt annað snúgva seg um undirhald, sigur Tórun Ellingsgaard

Síðani á nýggjárinum hevur Tórun Ellingsgaard arbeitt á stóru tónleikarásini MTV í London, sum sæst um allan heim. Men fyri trimum vikum síðani segði hon upp.

? Eg segði upp, tí tíðindadeildin, sum eg arbeiddi á, broyttist so nógv, at eg ikki longur kundi standa inn fyri tí, sum mær var álagt at gera. Fram um alt annað skuldi tað snúgva seg um undirhald. Eg fór á MTV fyri at fáa arbeiðsroyndir, millum annað fyri at arbeiða við enska málinum, sigur Tórun Ellingsgaard.

? So vítt eg minnist hevur MTV altíð sagt frá tíðindum, sum man kundi hava álit á. Men rásin er broytt nógv. Nú er hon býtt upp í fýra stórøki, Týskland, Italia, UK og restin av Europu. Ein nýggjur redaktørur er settur til hvørt økið og redaktørurin, sum kom á rásina, har eg arbeiddi, hevði nakrar heilt aðrar hugsanir um, hvat tað var vit skuldu gera. Tað snúði seg fram um alt annað at vera undirhaldandi. Um hald var í tíðindunum hevði minni at siga. Vit skuldu uppá onkran máta selja okkum sjálv og í ein slíkan mun, at eg ikki vildi vera við longur. Millum annað vildi redaktørurin hava, at eg skuldi vera við uppá ein máta, sum ikki sermerkir tíðindi yvirhøvur. Hann vildi hava meg meiri fram í ljósið og sendingin skuldi verða sermerkt av undirhaldi, til dømis skuldi eg hava viðmerkingar til tíðindini, sum eg skuldi siga. Vanliga eru tíðindi tað berandi í eini tíðindasending og verturin sigur tíðindini. Í botn og grund snýr tað seg um, at valdi at siga frá, tá ið eg helt, at eg ikki longur kundu standa inn fyri tí eg arbeiddi við. Byrjar man fyrst at fara út um tey mørk, man hevur sett sær, er ringt at finna seg sjálvan aftur. Og tað er fyrst og fremst tíðindafólk eg vil vera, sigur Tórun Ellingsgaard.


Upplivilsi

Tórun segði upp 14. apríl, men varð biðin um at vera til tey høvdu funnið ein avloysara.

? Vit hava tosað nógv aftur og fram um, hvussu tíðindasendingin skuldi vera og hvussu vit raðfesta. So tey vóru greið yvir, hvørja støðu eg hevði. Tí kom tað ikki óvart á tey, tá ið eg segði upp, sigur Tórun.

? Annars hevur tað verið eitt stórt upplivilsi at arbeiða á MTV. Eg havi lært nógv um, hvussu onglendingar gera sjónvarpstilfar, og ikki minst, hvussu tað er at arbeiða á eini kommersiellari støð, har tað snýr seg um hyggjaratalið fram um alt annað. Alt er øðrvísi, og kappingin er ógvuliga hørð. Ikki minst havi eg funnið tað markið sum eg havi og sum eg ikki hugsaði so nógv um áðrenn. Eg var sett í eina støðu, har eg mátti spyrja meg sjálvan um eg vildi vera við longur. Út frá míni egnu sannføring veit eg, hvar mítt mark er. Eg vildi ikki vera við, har tað snýr seg um at finna uppá bara fyri at fáa hyggjarar.

Seinasta heyst fór Tórun í holt við at útbúgva seg sum journalist á Journalistháskúlanum í Århus. Í heyst heldur hon fram við útbúgvingini. Um vikuskiftið skal hon vera frásøgufólk í Norðurlandahúsinum í Føroyum í sambandi við, at húsið hevur 15 ára á baki í ár.

? Hvat eg geri til heystar? Tað hevði ikki verið so galið við eini langari frítíð. Kanska fari eg til Ísraels at vitja báðar systrarnar hjá mær, sum eru í Kibutz har. Annars ætli eg mær at slappa av, sigur Tórun Ellingsgaard at enda í viðtali úr Keypmannahavn.