VG Nett skrivar, at Aker Kværner Stord hevði starvsfólkafund dagin fyri vanlukkuna í Stord, har ið millum annað trygdin umborð á Atlantsflog varð tikin upp. Nógv av starvsfólkunum funnust at trygdini.
- Vit kenna tað soleiðis, at flogfelagið flýgur akkord við trygdini, sigur Terje Hope, sum ofta hevur flogið við Atlantsflog
Aker Kværner Stord hevur brúkt Atlantsflog leingi, og leiðslan vildi ikki taka klagurnar til eftirtektar. Minni enn eitt døgn eftir fundin hendi so vanlukkan, sum kravdi fýra mannalív, tá ið flogfarið fór av breytini og alt endaði í einum eldhavi.
Klagur komnar fyrr
Fleiri aðrir oljuarbeiðarar hava sett seg í samband við VG Nett eftir vanlukkuna í gjár. Ífylgi VG Nett hava starvsfólkini hjá Aker Kværner Stord fingið forboð móti at úttala seg til fjølmiðlarnar, og tí ynsktu tey, sum settu seg í samband við VG Nett at vera ónavngivin.
- Vit hava fleiri ferðir havt trygdina uppi at vent á fundum, og vit hava fleiri ferðir víst á trupulleikar við flogfarinum. Men tað er eyðsýnt, at hetta ikki er komið fram til rætta viðkomandi, sigur eitt starvsfólk til VG Nett.
Fyri einum mánaði síðani ringdi Terje Hope sinnisrørdur til ábyrgdarpersón í Aker Kværner Stord fyri at gera vart við sína ónøgd eftir ein óhugnaligan túr við Atlantsflog.
- Knappliga lyfti flogfarið seg til vinstru. Vit vóru runt á gólvinum. Alt, sum stóð á borðinum, hvarv bara, sigur Terje Hope.
Orsøkin til ógvusligu hendingina søgdust at vera trupulleikar við høvuðsróðrinum. Hesum greiddi flogskiparin frá. Eftir eina millumlending í Stord helt flogfarið fram til Sola.
- Hetta var ein sera álvarsom hending. Tí tók eg hetta upp við leiðsluni í Aker Kværner, sigur Terje Hope.
Petti datt av vonginum
Ábyrgdarpersónurin hjá Aker Kværner Stord vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar.
Hendan hendingin er ikki tann einasta álvarsama, ið starvsfólkini hava upplivað við Altantsflog. Í august var Anders Lindseth, starvsfólk hjá Aker Kværne, á veg frá Stord til Ormen Lange. Har fekk hann sær ein veruligan hvøkk umborð:
- Stutt eftir fráferðina úr Stord sá eg eitt stykki á vonginum, sum byrjaði at ristast. Knappliga datt stykkið bara av, sigur Lindseth til VG Nett.
Lindseth segði beinanvegin manningini umborð frá tí, sum var hent.
- Tey hugdu út gjøgnum vindeygað og tryggjaðu mær, at hetta ikki fór at tarna flúgvingini. Alt gekk eisini væl, men ein slík hending fær teg at hugsa. Bæð eg og hini umborð fingu ein ordans skelk, sigur Lindseth.
Vilja hava frágreiðing
Eisini hava summi greitt frá um punkterað hjól og avbrotnan streym. Høvuðsábyrgarmaður fyri Ormen Lange flogvøll, Kurt Johansen, váttar misnøgdina.
- Vit hava gjørt vart við trupulleikarnar. Flogfelagið sigur altíð, at tað eru tekniskir trupulleikar. Vit hava fyrr kravt eina frágreiðing um hesar teknisku trupulleikarnar. Vit mugu fáa at vita, hvat er galið. Tað er ikki nøktandi at siga, at okkurt er galið, sigur Johansen til VG Nett.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, vísir atfinningunum aftur.
- Eg kann ikki nokta, at vit hava havt tekniskar trupulleikar og seinkingar. Tílíkt hendir. Men eg kenni einki til, at vit skulu slaka við trygdini. Okkara virksemi er innanfyri allar galdandi ásetingar, sigur hann.
Leiðslan í Aker Kværner tekur heldur ikki undir við misnøgdini við Atlantsflog:
- Vit hava nýtt Atlantsflog í fleiri ár, og eg kann ikki taka undir við atfinningunum, sigur kunningarstjórin Alf Terje Myklebust til VG Nett.
- Tað hava verið onkrar frágreiðingar um ónøgd, men eingin álvarslig, sigur hann.