Tosið um málið og ikki persónarnar

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í eini viðmerking til tað, sum Hans Pauli Strøm sigur í samrøðu við Sosialin týsdagin

Sveinur Tróndarson


Fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum kunnu, um nakað kann, fáa tinglimirnar upp at kjakast. Samgongan stendur eftir øllum at døma aftanfyri uppskotið, hóast tað onkustaðni verður sagt, at so er ikki. Andstøðan hevur harafturímóti vent uppskotinum bakið, fyribils í hvussu er. Teir hava savnað seg um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at seta eina stjórnarskipan-arnevnd, heldur enn at fara at samráðast um fullveldi.

Kjakið í sambandi við viðgerðina í tinginum var hart, og eftir tað eru orð sum einaráðismeiriluti brúkt um samgonguna og eisini hevur verið tosað um seriøsitet, ella mangul upp á sama.

Í blaðnum týsdagin vísti Hans Pauli Strøm, tingmaður Javnaðarfloksins á, at landsstýrismaðurin kallar øll tey, sum hava kritiskar viðmerkingar móti uppskotið landsstýrisins, fyri óseriøs, ósaklig ella bæði tvey.

Hetta vil landsstýrismaðurin ikki hava sitandi á sær. Í eini viðmerking sigur hann, at nú er tíðin komin, har tingmenn eiga at steðga á og saman hyggja frameftir, heldur enn at standa og smákeglast um persónar.

Høgni Hoydal sigur:

- Tá eg sigið at fólk eru ósaklig ella óseriøs, so er tað tí, at tey venda tingunum á høvdið. Her hava vit eina ætlan frá samgonguni um fullveldið og so fara vit at kjakast um persónar í tí sambandinum. Tað haldi eg er ósakligt og óseriøst.

- Undir viðgerðini havi eg tikið Malta sum dømi um, at eitt smáland saktans kann fáa eina skiftiskipan. Malta var undir bretskum veldi og ynskti at gerast sjálvstøðugt. Í tí sambandi fingu teir eina avtalu um sjálvstýri og saman við henni eina avtalu um skiftisskipan, sum skuldi vara í tíggju ár. Við hesum havi eg víst á, at Malta hevur fingið eina skiftisskipan. Eg havi ikki javnsett føroysku samfelagsskipanina við ta á Malta, sigur hann.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Malta í hesum føri er ein ávísing um at tað ber til og einki annað.

-Vit hava eina aðra samfelagsskipan enn Malta hevur og soleiðis verður tað. Okkara skipan skal byggja upp á norðurlendskt samstarv og norðurlendskan standard.


Latið okkum síggja úrslitini

Uppskotið hjá landsstýrinum er sum kunnugt samtykt, og nú gongur málið sína gongd og í tí sambandi heldur Høgni, at eisini tingmenn skulu fara at hyggja frameftir.

Nú hevur tingið avgjørt, at kanningararbeiði skal gerast á tann hátt, sum vit skutu upp.

- Eftir okkara metan er hetta besti mátin, tí skutu vit upp at gera tað soleiðis. Við hesum ætlanum fáa vit kannað allar møguleikar. Vit fáa ikki bara eitt eintýðugt svar, sum sigur antin ella. Vit fáa eisini svar, sum Javnaðarflokkurin og fyri tað eisini Sambandsflokkurin kann brúka í einum møguligum broytingaruppskotið, sigur Høgni Hoydal.

- Tað er eisini tí eg haldi at tað er óseriøst, at andstøðutingmenn í fyrsta umfarið leggja eftir mannagongdini. Tað at uppskotið er samtykt í tinginum merkir ikki, at tað nú er avgjørt, at vit fáa fullveldið, sigur Høgni Hoydal og leggur afturat. Lat okkum nú fáa at síggja, hvørji úrslit kanningarbólkarnir koma til.

Landsstýrismaðurin er heldur ikki samdur við Hans Paula um, at tað var landsstýrið, sum átti at vísa samstarvsvilja og at tað er samgongan, sum er farin í baklás mótvegis andstøðuni.

- Tað er rætt, at vit hava havt fund við Javnaðarflokkin fyri at fáa teir at taka undir við okkara uppskotið, men av tí at teir vildu hava okkum at ganga frá uppskotinum um fullveldi, so var ikki møguligt at fáa semju. Vit halda tað vera best at kanna møguleikan fyri fullveldi heldur enn at leggja seg á okkurt mitt í millum og tað er framvegis okkara støða. Men lat okkum nú síggja kanningarúrslitini fyrst áðrenn vit fara víðari, sigur Høgni Hoydal.


Ikki eksperiment

men skipað ætlan

Andstøðan og samgongan vóru, sum kunnugt ikki samd um hvussu farast skuldi fram í hesum málinum og tað sæst eisini á ymsu politisku viðmerkingunum eftir at uppskotið er samtykt. Men eisini uppfataninar eru ymiskar. Í samgonguni og uttan fyri.

Høgni Hoydal sigur, at víst vóru samgongan og Javnaðarflokkurin ikki heilt samdir.

- Okkara uppskot var fullveldi. Teirra uppskot var at seta eina nevnd at kanna hvat skal gerast. Tað er so í lagið at mann er ósamdur um tað, men tað er óseriøst, at tá sagt verður, at hetta er eitt tjóðveldiseksperiment, sum fer at lata Føroyar standa fólkatómar eftir. Tað er tað ikki. Hetta er eitt seriøst og demokratiskt ?projekt?. Í grundini er tað óiva tann mest demokratiska loysingarskipanin, sum nakrantíð er framd.

- Tí haldi eg, at tíðin nú er komin til at vit lata persónarnar fáa frið og heldur brúka orkuna uppá at gera kanningararbeiði liðugt. Tá tað er gjørt hava vit nógv størri grundarlag at fáa samstarv í lag millum flokkarnar, sigur Høgni Hoydal.