Tosið um skattalætta og lønarsteðg er ræðandi

? Ætlaðu samráðingarnar um lønarsteðg afturfyri at skattir og avgjøld skulu lækka, hanga í einum ógvuliga klønum trái

Trýpartasamráðingar

? Tosið um lønarsteðg í Føroyum er ræðandi.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, vil framvegis ikki hoyra talan um trýpartasamráåingar ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar øðrumegin og Landsstýrið hinumegin um kostnaðarstøðið í Føroyum.
Tosað hevur leingi verið um at fakfeløgini og arbeiðsgevarafelagið áttu tikið samráðingar upp við landsstýrið um kostnaðarstøðið í Føroyum. Í tí sambandinum skuldi fakfeløgini binda seg til at halda aftur í lønarkrøvunum, ella kanska enntá góðtaka, at lønin als ikki hækkar meiri.
Afturfyri skuldi landsstýrið binda seg til at klkka skattir og avgjøld.
Men í Sosialinum í gjár segði Bárður Nielsen, at skuldi slíkar samráðingar verða, mátti øll tey umleið 40 fakfeløgini í landinum fyrst semjast um eitt felags útspæl.
Tað verður neyðugt at landsstýrið fær ein -og bara ein- part av samráðast við og tí mugu øll fakfeløgini standa saman um eitt útspæl til landsstýrið hesum viðvíkjandi, heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann sær nevniliga stórar trupulleikar fyri sær, skuldi tað hent, at landsstýrið ger avtalur við nøkur fakfeløg, sum onnur fakfeløg síðani ikki vilja góðtaka.
Hingartil er tað bara arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, sum hava tosað saman um trýpartasamráðingar og tey skuldu hava fund aftur í næstum, har tey skuldu royna at finna eitt felags útspælt til landsstýrið.
Men eftir tí, sum Bárður Nielsen sigur, verður tað neyðugt, at tey fáa øll hini yvir 30 fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum við fyri at ætlanin kann gerast veruleiki

Hanga í klønum trái
Men nú er tað greitt, at trýpartasamráðingar um kostnaðarstøðið í Føroyum hanga í einum ógvuliga klønum trái.
Starvsmannafelagið er eitt tað størsta og máttmiklasta fakfelagið í landinum við túsundtals limum.
Og Starvsmannafelagið vil ikki hoyra talan um at vera við í slíkum trýpartasamráðingum.
? Vit hava altíð hildið at spurningurin um skattir og avgjøld og spurningurin um sáttmálasamráðingar, eru fullkomiliga hvør sítt smál, sum undir ongum umstøðum skulu blandast saman, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
? Og tað støðuna hevur felagið enn, sigur hann.
Hann sigur, at spurningurin um sáttmálasamráðingar eru um at fáa eina rættvísa løn fyri útint arbeiði.
Spurningurin um skattir og avgjøld er hinvegin ein spurningur um, hvussu nógv tað almenna skal krevja frá fólki fyri at varðveita tær tænastur, sum tað almenna eigur at veita í einum framkomnum samfelagi.
? Og tað almenna eigur ongantíð at krevja meiri í skatti og avgjøldum, enn neyðugt.

Útlitini ræðandi
Men Gunnleivur Dalsgarð ávarar eisini staðiliga ímóti trýpartasamráðingum, har skattalættar og lønarlag verða tvinnað saman.
? Eg stúri fyri, at verða hesi bæði tengd saman, fer skattalættin at enda at førvavið sær, at vælferðarsamfelagið verður skert.
? Verður skattalættin ov stórur, fær tað almenna minni at ráða yvir. Og sostatt fær tað almenna eisini minni ráð til at veita borgarunum tær tænastur, sum vit vanliga nevna vælferðartænastur.
? Hetta eru natúrligar tænastur í einum vælferðarsamfelagi, sum vit øll eiga at fáa ágóðan av, uttan mun til, hvørja støðu, hvør einstakur hevur í samfelagnum.
? Spurningurin er so, hvar hesar tænastur so enda, tá ið tað almenna ikki hevur ráð at veita tær longur?
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at enda hesar tænastur á privatum hondum, er vanlukkan fullkomin.
Hann sær fyri sær, at endin verður, at tey, sum frammanundan hava lága løn, eisini skulu noyðast at gjalda fyri natúrligar vælferðartænastur, sum eru grundleggjandi eftir hansara tykki og sum vit øll eiga at betala til, samhaldsfast.
? Sostatt er stórur vandi fyri, at alt hetta tosið um trýpartasamráðingar at enda kunnu forkoma tí samhaldsfasta samfelagnum, sum vit byggja okkara tilveru á.
? Hetta eru ræðandi útlit, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? Harafturat sita politikararnir við tí valdinum, at skuldi tað hent, at tað manglar í onkustaðni, so kunnu teir altíð krevja meiri inn í skatti.
? Ein rímiligur skattur er hinvegin tað, sum tryggjar okkum tað samhaldsfasta samfelagið, sum vit liva í og sum vit eiga at varðveita, leggur hann afturat.
Sí eisini greinina "Harmast um líkasælu".