-Tað er nógv at fáa í Oslofjørðinum, men hesin toskurin var útlúgvaður og hálvdeyður. Í roynd og veri var tað gott, at hann beit á, tí so fekk hann ein skjótari deyða, sigur Jan Ole Bjørnholt við norska kringvarpið.
Tað var týðiligt, at tað var okkurt, sum ikki ruggaði rætt, og svarið kom, tá toskurin bleiv kruvdur. Í maganum lá ein samankroystur øldunkur.
-Dunkurin fylti allan magan, so toskurin er heilt einfalt hungraður hel, Tað er syndarligt, at okkara dálking kann elva til slíkt, sigur stuttleikafiskimaðurin við NRK. Hann leggur afturat, at eina ferð fekk hann ein fisk við einum plastikkposa í maganum.
Norsku myndugleikarnir hava júst ávarað um avleiðingarnar av, at fólk tveita burturkast á sjógvin. Myndugleikarnir vita ikki við vissu, hvussu nógv verður tveitt á sjógvin, men teir ásanna, at trupulleikin er veksandi, sigur NRK.
Tað eru serliga lutir úr plastikki, sum ørkymla myndugleikarnar, tí tað kann taka fleiri hundrað ár, áðrenn plastikk verður niðurbrotið í umhvørvinum.