Nógv tær størstu nøgdirnar á uppboðssøluni í morgun vóru toskur og hýsa. Toskur fekk líkinda prís, tó at prísurin hevur verið betri fyrr í vetur - og prísurin á hýsu var fyri fiski-og útróðrarmenn ikki nøktandi.
Sløk 100 tons vóru av toski, harav nógv mest var av toski 3, stívliga 42,3 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 17,45 krónur fyri kilo. Næst mest var av toski 4, 26,5 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 13,78.
Stívliga 7,8 tons vóru av toski 1, og her var miðalprísurin 20,95 krónur fyri kilo. Sløk 19 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 19,14.
Samlaðu nøgdirnar av hýsu, sum seldar vórðu á Fiskamarknaði Føroya í morgun, vóru 54 tons, harav 4,1 tons var av hýsu 1, sum fekk besta miðalprísin, 14,61 krónur fyri kilo.
Nógv mest var av hýsu 2, 28,4 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 13,26. 19,2 tons vóru av hýsu 3, og her skuldi tað vísa seg, at hýsa 3 fekk betri miðalprís enn hýsa 2, nevniliga 13,78.
Smærri nøgdir vóru eisini av brosmu, longu, kongafiski, havtasku og svartkalva á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun, nøkur fá tons av hvørjum fiskaslagi sær.
Tey tilsamans 184,3 tonsini, sum vórðu seld á uppboðssølu í morgun, fóru fyri stívliga 2,8 miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,36 krónur fyri kilo.