Toskurin á einum vegamóti

Tað sær spennandi út við toskinum í løtuni, men eins stórur og spenningurin er, er óvissan eisini stór

Stovnsmeting

 

Fiskirannsóknarstovan hevur higartil í vár við sínum yvirlitstrolingum kannað 63 av 100 støðum, sum skulu kannast á landgrunninum. Hetta eru tær vanligu støðirnar, sum ár um ár verða kannaðar fyri at fáa eina mynd av støðuni hjá eitt nú toski, hýsu og upsa.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at úrslitið, sum Fiskirannsóknarstovan higartil er komin eftir, vísir í stuttum, at meira er til at toski í ár enn í fjør, minni er av hýsu – og meira er til av upsa enn somu tíð og á somu støðum sum í fjør.

- Upsin hevur allur gýtt, toskurin er mitt í gýtingini, og hýsan er ikki byrjað at gýta enn.

Fiskifrøðingurin veit at siga, at tað er serliga tað eina tóvið, sum Magnus Heinason gjørdi á leiðunum norðanfyri, sum var serliga gott, og sum ger stóra útslagið við toskinum.

- Samanlagt góvu hesar støðirnar munandi meira av toski og upsa í ár, enn tær góvu í fjør vár.

Petur Steingrund leggur dent á, at stórur ivi er um úrslitið við toskinum, tá meginparturin av framgongdini stavar frá einstøkum støðum norðanfyri.

- Jú, vit eru fegnir um hesar ábendingar við toskinum, men neyðugt verður at bíða til heystar, áðrenn vit við størri neyvleika kunnu siga, um toskastovnurin veruliga er í menning.

Fiskifrøðingurin vísir á, at yvirlitstrolingarnar so seint sum í fjør heyst vístu ikki tekin um, at støðan hjá toskinum er batnað nakað.

- Vit eru sjálvandi sera spentir eftir at síggja, hvat yvirlitstrolingarnar fara at vísa til heystar, og vit kunnu bara vóna, at vit tá fara at síggja og kunna staðfesta, at toskurin á landgrunninum er við at mennast aftur.

Petur Steingrund vísir á, at yvirlitstrolingarnar í fjør vár vóru munandi betri enn várið fyri, og aftur í ár vísa tølini, at framgongdin heldur fram.

- Vanligt hevur verið, at yvirlitstrolingarnar um várið og um heystið hava samsvarað rættiliga væl, men soleiðis hevur ikki verið nú í seinastuni.

Fiskifrøðingurin sigur seg ikki duga at siga, hvat

broytingin merkir og spurdur, um hesi tekin eisini vóru at síggja miðskeiðis í nítiárunum, tá toskurin mentist so skjótt, sigur hann:

- Tað kunnu vit ikki siga, tí tá høvdu vit ongar yvirlitstrolingar um heystið, men bara um várið. Nú yvirlitstrolingar bæði eru um várið og um heystið, kunnu metingarnar gerast neyvari. Men, sum eg segði í áni, er enn ógvuliga torført at meta um, hvørju úrslitini fara at verða til heystar, sigur Petur Steingrund.