Tottenham bukaði Liverpool

Tottenham vann í dag 4-0 á Liverpool, sum fekk bæði Charlie Adam og Martin Skrtel útvistar. Emmanuel Adebayor skoraði tvey, meðan Luka Modric og Jermain Defoe skoraðu hvørsítt.

 

Tottenham er komið fyri seg eftir stóra ósigurin móti Manchester City fyrst í kappingini og sær aftur út sum eitt lið, ið kann vinna sær eitt pláss í Champions League. Liverpool hevur hinvegin mist stevið og sá ikki gott út á White Hart Lane í dag.

 

Tottenham kom á odda longu eftir seks minuttir, tá Luka Modric við frálíkum skoti sendi bóltin í handara málhorn. Í somu støðu gjørdist Daniel Agger skaddur og mátti seinni útskiftast. Um miðjan fyrra hálvleik fekk Charlie Adam sítt seinna gula kort og varð harvið útvístur.

 

Liverpool royndi sum fragast at hanga í, men tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik fekk eisni Martin Skrtel sítt seinna gula kort, so Liverpool vóru níggju móti ellivu. Tað gekk bara ein løta, so økti Jermain Defoe. Stutt eftir økti Emmanuel Adebayor og í yvirtíðini skoraði hann aftur til endaliga úrslitið 4-0.

 

Premier League í dag:

 

Tottenham – Liverpool 4-0 (1-0)

1-0 Luka Modric, 6

2-0 Jermain Defoe, 66

3-0 Emmanuel Adebayor, 68

4-0 Emmanuel Adebayor, 90+3

Reytt kort: Charlie Adam, 27(Liverpool) - Martin Skrtel, 63(Liverpool)

 

Fulham – Manchester City (15:00)

Sunderland – Stoke (15:00)

Manchester United – Chelsea (16:00)

 

Í gjár:

 

Blackburn – Arsenal (1-2)

0-1 Gervinho, 10

1-1 Yakubu, 25

1-2 Mikel Arteta, 34

2-2 Alex Song, 50 sjálvmál

3-2 Yakubu, 59

4-2 Laurent Koscielny, 67

4-3 Marouane Chamakh, 85

 

Aston Villa – Newcastle 1-1 (1-0)

1-0 Gabriel Agbonlahor, 13

1-1 Leon Best, 57

 

Bolton – Norwich 1-2 (0-1)

0-1 Tuncay Sanil, 37 sjálvm

0-2 Bradley Johnson, 42

1-2 Martin Petrov, 64 br

 

Everton – Wigan 3-1 (1-1)

0-1 Franco Di Santo, 31

1-1 Phil Jagielka, 33

2-1 Apostolos Vellios, 84

3-1 Royston Drenthe, 90+8

 

Swansea – WBA 3-0 (2-0)

1-0 Scott Sinclair, 14 br

2-0 Leroy Lita, 24

3-0 Nathan Dyer, 49

 

Wolves – QPR 0-3 (0-2)

0-1 Joey Barton, 8

0-2 Alejandro Faurlin, 10

0-3 DJ Campbell, 87