Útoyggjamenning-jarðarspurningurin

-

Flestu føroyingar harmast um, at útoyggjarnar eru um at avtoftast, tí gerast útoyggjarnar manntómar, eru Føroyar fátækari samfelagsliga og mentannarliga. Samstundis ásanna óivað flestu føroyingar, at tað verður torført at fáa fólk at búsetast í útoyggjum og fjarskotnum bygdum, um ikki nakað munagott hendir.


Tað er eydnast fugloyingum at seta henda áhugaverda spurningin í brennidepilin, og tað er at vóna, at løgmaður ger álvara av tí hann lovaði fundarfólkunum; at seta eina arbeiðsnevnd at viðgera støðuna og framtíðina hjá útjaðaranum.


Tað eru óivað nógv góð hugskot um, hvussu tað kann gerast liviligari á smáplássunum, og nøkur vóru nevnd á fólkafundinum, men løgið er, at ongin røðari tók tann mest átrokandi spurningin - jarðaviðurskiftini- av álvara upp á tunguna.


Tað skal annað til enn jørð og búnaður, men tað sleppst ikki undan, at jørðin og møguleikarnir í henni, saman við tað sum havið gevur, verður tað grundleggjandi tilfeingið.


Sjálvandi kann dúvast nakað upp á smáídnað, kunningartøkni og ferðavinnu, men tað verður neyvan annað enn ein hjávinna hjá teimum flestu í útoyggjum, og ungar familjur seta seg ikki niður, um tey ikki hava eina hampiliga trygga inntøku, so tey eisini kunnu njóta nakrar av møguleikunum og tænastunum, vælferðarsamfelagið gevur.


Nú var fólkafundurin í Fugloy og har er tað soleiðis, at stórur partur av jørðini er óðal, og meginparturin av óðalsmonnunum býr aðrastaðni, og kanska uttanfyri landoddarnar eisini. Tað sama ger seg galdandi í Mykinesi, har helvt um helvt er óðals og kongs. Óðalsfólkini eru eini 90 í tali og tey sum búgva í Mykinesi hava bert ein lítlan part.


Tað er ikki lætt at siga hvat rættast er at gera, men ein tann fyrsta fyritreytin fyri, at fólk í útoyggjum kann liva og mennast, er, at tey fáa brúksrættin til jørðina. Um jørðin skal savnast á nakrar óðalsgarðar ella festi er so eymur spurningur, at verður hann tikin upp, hendir einki, tí jørðin er ein heilag kúgv. Men tey sum búgva í útoyggjum mugu fáa brúksrættin til jørðina.


Harafturat eru hugskotini um ein arbeiðsbólk, útjaðargrunn og útoyggjaráð frálík, tí nakað má gerast og arbeiðspláss kann líka so væl liggja í Fugloy sum í Klaksvík, treytað av at flutningur til oynna og av oynni ikki kostar meiri.


Nú er líkt, at vit fáa ein arbeiðsbólk at viðgera hendan áhugaverda spurning, men var ætlanin við ætlaða økisgranskingardeplinum í Klaksvík ikki júst at kanna slík mál sum økismenning?


Ofta kann prátið um útoyggjar og smápláss tykjast í so romantisk, men nú leikar á, og tá allir politisku flokkarnir eru samdir um at nakað má henda, so eiga vit at taka teir upp á orðið og rokna við, at nakað hendir. Tað hava útoyggjarnar og Føroyar uppiborið.