Fólk av útoyggjunum halda tað var gott hugskot at seta á stovn eina serliga skrivstovu, sum kann taka sær av áhugamálunum hjá teimum smáu oyggjunum.
Men skal ein slík skrivstova gerast, har lønt starvast dagliga, so mugu útoyggjarnar fáa fíggjarliga hjálp.
? Hóast útoyggjarnar halda hugskotið verða gott, og tey kunnu gjalda eitt sindur til eina slíka skrivstovu, so klára tær ikki einsamallar at fíggja eina útoyggjaskrivstovu, sigur Olga Biskopstø.
Hon var samskipari av Útoyggjaáltinum, og nú er hon við arbeiðsbólkinum, sum fyrireikar stovnanina av einum útoyggjafelagi.
? Spurningurin er so, hvussu ein útoyggjaskrivstova skal skipast og fíggjast. Møguleikarnir eru fleiri, men vit mugu fyrst kanna, um myndugleikarnir eru sinnaðir at samstarva um eina slíka skrivstovu, sigur hon.
Samstarv
Olga Biskopstø heldur, at eitt hugskot hevði verið, at ein komandi útoyggjafelagið og landsmyndugleikarnir samstarvaðu um eina skrivstovu.
? Enn er einki ítøkiligt í hesum, men eitt hugskot hevði verið, at landið hevði eina útoyggjaskrivstovu, sum útoyggjafelagið á onkran hátt kundi verið knýtt at, sigur Olga Biskopstø.
Enn hevur hon ikki tosað við løgmann um hetta mál, men tað ætlar hon sær at gera ein av komandi døgunum.
? Ein útoyggjaskrivstova hevði kunnað verið ein stór hjálp hjá fólkunum á smáu oyggjunum. Skrivstovan kundi ráðgivið og upplýst bæði til útoyggjafólk og til restina av landinum, sigur Olga Biskopstø.