Útoyggjarnar skulu hava hvør sína “ferðastøð”

Á Útoyggjadegnum á Kalsoynni 24. august, varð avgjørt at gera eina roynd at finna eitt felags stev fyri ferðavinnuna á útoyggj. Full semja var um, at tey sum búgva í oynni, skulu hava stýringina. Uppskot var um, at hvør oyggj skipar eina “ferðastøð”

Uppgávan hjá støðini verður millum annað, at samskipa alla ferðavinnuna í oynni, at umboða alla íbúgvar, ið bjóða seg fram í ferðavinnuni, at veita kunning um avmarkingar, ábyrgd og møguleikar og geva kort og kunning út, sum er góðkend av bygdafólkinum, skrivar Útoyggjafelagið. 

Tey skriva víðari, at øll gjøld hjá ferðafólki fyri gongu í haga og líknandi verða avgreidd á ”ferðastøðini”.

Sagt verður eisini, at ferðastøðin byggir á samstarv millum bygdafólkið, kunningarstovurnar, kommunurnar og onnur viðkomandi.

Uppskotið er, at Útoyggjafelagið og fakfólk innan ferðavinnu, gera uppskot til leist fyri støðina. Síðani verður uppskotið lagt fram fyri bygdafólkunum og semjur verða funnar um leistin. 
Útoyggjafelagið hugsar, at ”ferðastøðin” í fyrsta umfari verður royndarkoyrd á tveimum oyggjum, og at tvey lønt starvsfólk skulu tryggja virksemið. Ætlanin hjá Útoyggjafelagnum er, at landið, kommunurnar og ferðavinnan fíggja hetta.

Útoyggjafelagið heldur, at stundin er komin at tey staðbundnum eru við til at skipa ferðavinnuna.

– Vit sum búgva á útoyggj, skulu ikki standa á síðulinjuni, meðan ferðavinna við risalopum kemur inn á okkum.  Tað er neyðugt, at oyggin samstarvar um at fáa sum best burtur úr ferðavinnuni, og tað má ikki kennast sum ágangur, tá ið ferðafólk koma í túnið, soleiðis sum nøkur kenna tað kring landið, sigur Útoyggjafelagið.  

Víðari siga tey, at ein ferðavinna á útoyggj, skal stuðla undir heilársbúseting, hon skal vera jalig og gagnlig og styrkja eitt nú matmentanina, siðbundna handverkið og kunnleikan til siðvenju, veiðu, hendingar og søguna í oynni. Ein væl skipað ferðavinna skapar størv, inntøku, trivnað og oyðileggur ikki náttúru og umhvørvi, sigur Útoyggjafelagið.