Bilurin er gingin í arv. Tað var Hjalmar Hvítklett í Sørvági, sum var upprunaligi eigarin og keypti bilin nýggjan í 1982.
Tá Hjalmar andaðist í 1987, yvirtók versonurin Ólavur Petersen í Sørvági bilin. Hann hevði bilin til 2016, tá sonurin Hjalmar Hvítklett yngri yvirtók bilin. Hjalmar býr í Havn, hann eigur og rekur fyritøkuna Ljóð-Tøkni, sum síðan 2001 hevur leigað út og selt útgerð til ljóð, ljós og videopresentatiónir.
Maðurin sum vísir okkum bilin, er Ólavur Hvítklett, sonur yngra Hjalmar Hvítklett.
Super Saloon útgávan av Toyota Crown var tann fínasta útgávan við t.d. automatisk gear, servostýring, air-condition, el-síðurútum, el-antennu og eitt lítið kølirúm til at køla drykkjuvørur. Hesin hevur 2.8 litra 6-syl. motor við 146 hk.
Bilurin varð totalrenoveraður í 1993 og er í dag er 43 ára gamal. Toyota Crown vóru vælkendir bilar í Føroyum. Teir fyrstu komu í 1964 og vórðu nógv brúktir sum hýruvognar og rutubilar.
Framleiðslan av Toyota í Japan byrjaði í 1936 við modell AA. Tað var Kiichiro Toyoda sum stovnaði Toyota Motor Corporation.
Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runavík, sum var Toyota umboð í Føroyum. Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla.
Fyrstu Toyota í Evropa komu fyrst til Danmarkar. Hetta var í 1963, og komu teir til Føroyar sama ár. Sølan gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroyar. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.
Toyota Crown hava verið fremleiddir síðan 1955. Teir verða tó ikki seldir her um okkara leiðir.
Hjalmar er limur í Føroya Ellisakførum, har hann hevur pláss til bilin í hølunum hjá felagnum undir Gráasteini. Hann koyrir við bilinum til ymisk tiltøk hjá felagnum.
Hetta modellið av Toyota Crown varð framleitt frá 1979 til 1983.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
12.765 bilar í Føroyum í 1982
Tað vísa hagtølini hjá fúta-num við árslok í 1982. Tá eru 9.844 persónbilar, 2.185 last- og vøruvognar, 277 við-fest-is-vognar, 225 hýruvognar, 125 motorsúkklur og 79 bussar.
Tá Sterki Jákup fekk koyrikortið
Jákup bóndi í Klaksvík, oftast nevndur Sterki Jákup, skal taka koyrkort í Havn. Koyrt verður við lastbili, og politimeistarin Sundorph situr við síðuna av Jákupi. Nærindis bakaríið hjá Fossaa fer afturhjulið i veitina, ið er millum vegin og bakaríiið. Jákup hugsar lítla løtu – ferð seigliga úr bilinum, setur økslina undir lastina og lyftir bilin upp aftur – Sundorph er ivaleyst ovfarin um hetta, og Sterki Jákup fær koyrikortið.
Fínur bilur – og bilførarin í húðaskóm og føroyskari húgvu
Seinast í tríatiárunum kemur ein dani til Føroyar at verða leiðari á eini handilsfyritøku. Tá hesin danin kemur í land, sær hann, at føroyingar hava eins fínar bilar sum danskarar. Danin »preiar« ein av teimum nýggjastu vognunum, men verður sera bilsin, tí fyrst koma tvey bein í húðaskóm út og síðani førarin sjálvur í mórreyðari troyggju og føroyskari húgvu – hetta var nakað heilt óvæntað og ørðvísi enn í útlondum.
##med25##
##med26##
##med27##