Evnið á gransingardegnum var skúlaaftran

Fríggjadagin 24. apríl skipaði Námsvísindadeildin fyri árliga granskingardegnum á Fróðskaparsetri Føroya, og undirtøkan var góð

Fróðskaparsetrið skrivar, at høvuðsevnið í ár var skúlaaftran/skúlafrávera, og í tí sambandi helt Pætur Zachariasson, ph.d.-lesandi í skúlafráveru, eina sera áhugaverda og upplýsandi framløgu um evnið. 

 

Eisini var eitt sofaprát við Eyðnu Magnussen, skúlastjóra í Eysturskúlanum, og Margaret Ludvig Kjelnæs, leiðara á Virkishúsinum við Ánna, um hetta sama evnið. 

 

Pætur Zachariasson luttók eisini í sofaprátinum, og tey greiddu øll trý frá einum vaksandi trupulleika, ið mest av øllum speglar nakrar strukturellar avbjóðingar í skúlaskipanini og samfelagnum, heldur enn trupulleikar hjá tí einstaka barninum. Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari, leiddi kjakið.

 

Bæði Eysturskúlin og Vága kommuna hava sett átøk í verk fyri børn og ung við skúlaaftran/skúlafráveru við góðum úrslitum. 

 

Umframt hetta vóru fleiri aðrar áhugaverdar framløgur.

 

Helgi Winther Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini, helt m.a. heiðursframløgua “Árin av einum skúlalagaðum rørsluátaki í føroyskum skúla”, ið bygdi á ph.d.-verkætlan hansara, sum hann vardi í 2025.

 

Í ár vóru eisini tvær framløgur, ið bygdu á BEd-verkætlanir hjá fyrrverandi lesandi, ið tóku prógv á Námsvísindadeildini í fjør. 

 

##med2##