Toyota Previa brýtur upp úr nýggjum

Tann nýggi Toyota Previa er bygdur upp á eina stolta traditión. Fyrsta ættarliðið av Previa breyt upp úr nýggjum, tá talan var um pláss, koyrieginleikar og snið. Bæði sum MPV og sum van. Og viljin til at endurtaka listarverkið hevur hevur verið drívmegin hjá teknarum og verkfrøðingunum hjá Toyota ? líka frá tí, at fyrstu skitsurnar lógu á borðinum.

 

Úrslitið av øllum hesum er, at Previa longu frá byrjan hevur fyrimunir fram um aðrar ? bæði tá tað snýr seg um teknik og design.

Sniðið bendir hugin á tað sportliga, og 2,4 litra VVT-i-motorurin prógvar hetta.

VVT-i-tøknin hjá Toyota hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sameiningina av hestakreftum og dreiningsmomenti ? og fyri framúr góðari bensinnýtslu. 2.4 litra motorurin veitir 156 HK og hevur eitt dreiningsmoment upp á 225 Nm við 4.000 snúningum.

Previa fæst eisini við 2.0 litra D-4D commmonrail turbodiesel motori bæði til MPV og til van-útgávurnar.

Tann nýggi commonrail turbodiesel motorurin veitir 116 HK við 4.000 snún./min og eitt dreiningsmoment er upp á 250 Nm við 1.800 til 3.000 snún./min.