Toyota væntar sær nógv av 2009

Í síðstu viku vitjaði stjórin í Toyota Danmark A/S, Bas Kasteel í Føroyum. Vitjanin var m.a. í sambandi við nýggja bygningin hjá Reyni Service í Hoyvík.

Toyota stjórin, Bas Kasteel, sum var á vitjan í Føroyum, sigur, at hóast búskaparkreppuna væntar hann sær nóg av 2009. Nógvar nýggjheitir eru á veg. Nýggjur Toyota Avensis, og tveir heilt nýggir bilar, minibilurin IQ og Urban Cruiser, iðer ein SUV, sum er eitt sindur minni enn RAV4.

Báðir bilarnir sum eru krasjtestaðir, Avensis og minibilurin IQ, fingu fimm stjørnur frá EuroNCAP.


Hóast Toyota byrjaðu at framleiða bilar í 1937, komu teir ikki til Evropa fyrr enn í 1963, tá teir komu til Danmarkar, sum fyrsta landið í Evropa. Sama ár komu teir til Føroya. At vit í Føroyum hava havt Toyota í Føroyum frá byrjan, heldur Toyota stjórin vera áhugavert. Eisini at Toyota hava ligið á odda í nógv ár og seldu mest bilar í Føroyum í fjør.


Bas Kasteel sigur, at hóast teir eru vorðnir heimsins størsti bilaframleiðari hevur kvaliteturin á sjálvum bilunum og tænastan til kundan framvegis mest at siga. Bygningurin hjá Reyni Service í Hoyvík er bygdur eftir sama standardi sum aðrir Toyota bygningar í Evropa og tænastan er á sama støði.


Bas Kasteel er hálendingur og hevur arbeitt fyri Toyota í nógvum londum.