Toyta Yaris ársins bilur í Evropa

16.november kunngjørdi nevnd av 56 motorblaðfólkum úr 21 europeiskum londum, at Toyota Yaris er kosin Ársins Bilur í Europa ár 2000

Forsetin í Toyota í Europa, Hr. Akira Imai, viðmerkti væl nøgdur tá hann frætti nýggjheitina:

? Hetta er størsti heiðurin, ein bilframleiðari kann fáa í Europa. Hetta vísir, at avgerð okkara um at formgeva og framleiða til Europa í Europa var røtt.

Hetta segði forsetin í Toyota í Evropa, Akira Imai


Eisini sýnir hetta okkum, at Toyota nú fult og heilt er góðtikin á europiska marknaðinum.?

Krøvini, ið tey 51 motorblaðfólkini settu ársins bili í Europa ár 2000 vóru fyrst og fremst, at hann skuldi verða merktur av nýhugsan. Aðrar avgerandi fyritreytir skuldu eisini uppfyllast, m. a. viðvíkjandi formgeving, komfort, trygd, økonomi, koyridynamikki, orku, umhvørvisvinarligheit umframt sjálvandi koyrigleði og virði fyri peningin.

Toyota Yaris er formgivin í Europa, men finst eisini í Japan, har hann er vorðin eitt risa?hitt?. Í Japan er Yaris seldur undir navninum Vitz. Vitz er tað sniðið hjá Toyota, sum skjótast hevur selt fleiri enn 100.000 eintøk á heimamarknaðinum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Toyota marknaðarførir ein bil í Japan, sum er formgivin í Europa.

Ein nýggjur limur er longu komin í Yaris-húskið, nevniliga Yaris Verso, ið er ein mini-MPV, ið bjóðar heilt nýggjar loysnir, tá umræður pláss og umhvørvi innan í bilinum. Loysnir, ið ikki eru sæddar áður í hesum flokki.

Annars er Toyota júst nú i gongd við fyrireikingarnar til nýggja, stóra verkætlan í Europa. Til út ímóti heysti ár 2000 er ætlanin at koma á marknaðin við ikki færri en 10 nýggjum sniðum og 6 nýggjum motorum. Ætlanin er m.a. at røkka einum yngri og breiðari marknaðarbólki.