Tríggir kvinnudystir á skránni

Neistin tekur á heimavølli móti StÍF, og hetta er eitt høvi hjá teimum bláu at lyfta høvdið eftir niðurtúrin, sum tær hava havt.

VB hevur gagnnýtt tann niðurtúrin til mest sum at staðfesta sítt finalupláss. Sunundagin taka tær ímóti Kyndli, sum var í steypafinaluni, og tann dysturin er helst eitt fínt formbarometur hjá VB.

Seinasti dysturin er í Klaksvík, har toppur og botnur hittast í einum dysti, sum Stjørnan helst fyrst og fremst skal brúka til at fáa armarnar niður aftur eftir steypasigurin seinasta vikuskiftið.